Móttøka
Fuglafjørður: Leygardagin kl. 11 legði nótaskipið, Høgaberg, til bryggju í Fuglafirði.
Skipið, sum felagið, EM-Shipping eigur, kemur í flotan fyri Jón Sigurðsson, sum fer úr flotanum. Høgaberg er fyrrverandi Gullfinnur, sum vestmenningar áttu. Hann er keyptur úr Noregi, haðani hann eisini varð keyptur av fyrstan tíð. Norska felagið hevur nú yvirtikið Jón Sigurðsson, samstundis sum felagið hevur selt EM-Shipping Høgaberg. Nakrar krónur eru sjálvsagt eisini ímillum, tí Høgaberg er eitt nógv størri og betri skip enn Jón Sigurðsson.
Móttøka
Tá ið Høgaberg kom á Fuglafjørð, var móttøka á bryggjuni. Væl av fólki var samankomið. Hornorkestrið spældi og bygdarráðsformaðurin, Sigurd Simonsen og reiðarin, Anfinn Olsen, søgdu nøkur orð.
Reiðarin beyð fólkinum, sum vóru komin at heilsa skipi, manning og eigarum, umborð eftir, at sjálv móttøkan var av.
Klokkan 15.30 seinnapartin leygardagin fór Høgaberg ein stimitúr saman við innbodnum, og klokkan 18 var døgurði á Muntra.
Bæði umborð og við døgurðan á Muntra vórðu røður hildnar og heilsanir bornar fram. Reiðaríið fekk eisini blómur handaðar.
Íslendski samstarvsparturin í keypinum av Høgabergi er Samherji. Reiðari verður Anfinn Olsen; hann var eisini reiðari á Jón Sigurðssyni.
Manningin, sum var við Jón, fer umborð á Høgaberg. Øll manningin er føroysk, og skiparin verður hin sami, nevniliga fuglfirðingurin, Jógvan Hentze, sum býr í Gøtu. Áðrenn hann fór umborð á Jón Sigurðsson, var hann stýrimaðurin og avloysari sum skipari við nótabátinum, Tróndi í Gøtu.
Nógv størri
Tá ið Gullfinnur varð keyptur úr Noregi til Føroya fyrst í áttatiárunum, kallaðist hann Silja. Skipið var frammanfyri sína tíð á tann hátt, at tað hevði stóra frystiorku og kundi framleiða mjøl. Skipið var eini 10 ár í føroyska fiskiskipaflotanum.
Nú fyrrverandi Silja á øðrum sinni varð keyptur úr Noregi, kallaðist skipið, Store Knud.
Høgaberg lastar góð 2.000 tons, meðan Jón Sigurðsson lastaði minni enn 1000 tons, og maskinorkan er út við tvær ferðir so stór.
Jón Sigurðsson var ov lítil og hevði ov lítla maskinorku, tá ið teir trolaðu eftir svartkjafti. Tí kom heldur ikki nógv burtur úr á hesi veiði.
Bæði høvuðsmotorur, ljósmotorar, spøl, pumpur og kraftblokkur eru skift á Høgabergi miðskeiðis í nítiárunum, umframt ein partur av apeteringini.
Skrokkurin á skipinum sær gott út, og eigararnir halda seg hava gjørt eina góða íløgu.
Navnið
Navnið, Høgaberg, er staðarnavn norðanfyri Góðadal, norðanvert Fuglafjørð.
Skipið er bygt seinast í sjeytiárunum.
Høgaberg hevur onga verksmiðju longur, men tangar, sum onnur nótaskip, ið veiða til ídnað. Skipið fer at fiska sild, makrel, lodnu og svartkjaft.