Tóku hýruvogn tvørtur um USA

Amerikanski hýruvognsførarin Mohammed Alam hevur ongantíð forvunnið so nógvan pening, sum tá hann nú um dagarnar varð biðin um at koyra tveir menn úr New York til Los Angeles.

John Belitsky og Dan Wuebben, sum arbeiða í einum banka í New York, settu sær fyri at gera okkurt serligt. Teir gjørdu av at leiga ein hýruvogn úr LaGuardia-floghavnini til Los Angeles.

Tað fall Mohammed Alam í lut at gera ferðina, sum vardi seks dagar, og sum hann fekk 5.000 dollarar fyri.

John Belitsky og Dan Wuebban eru framvegis í Los Angeles. Enn hava teir ikki gjørt av, nær teir skulu aftur til New York, og um tað verður við hýruvogni.