Tóku 18 ára gomul styrkimet

Trý 18 ára gomul met hjá Regini Vágadal fullu um vikuskiftið, tá FM í styrkilyfting var í Yndi. Bogi Hammer tók tvey av metinum, meðan Jákup Suni Berg tók tað triðja. Bogi Hammer og Kinna úr Dímun gjørdust samlaðir vinnarar

Yndi var karmur um FM í styrki­lyft­ing, sum var um vikuskiftið. Heili 18 føroysk met vóru sett, og trý av teimum vóru 18 ára gomul met hjá Regini Vágadal.
Jákup Súni Berg, sum vann »Føroya sterkasti maður« seinast tók metið frá Regini í bonk press. Metið var 200 kilo, men Jákup Súni megn­aði at lyfta 205 kilo.
Bogi Hammar setti eisini í nýtt met í »Squat«. Gamla metið hjá Regini var 270 kilo. Bogi Hammer klár­aði leygardagin at lyfta 272,5 kilo.
Samlaða metið hjá Regini Vága­dal, tað er samlaða tali av kilo lyft í squat, bonkpress og deadlift, var 740 kilo. Samlaða talið hjá Boga Hammer leygardagin í Yndi var 742,5.
Bogi Hammer tók fyrr í ár metið frá Regini í deadlift. Tað gamla var 270 kilo, meðan nýggja metið hjá Boga Hammer er 300 kilo.
Sostatt kann staðfestast, at Bogi Hammer og Jákup Súni Berg eru í góðum formi undan landsdystinum móti Danmark, sum verður 8. desembur í ítróttarhøllini á Hálsi. Tá skul teir báðir takast við tveir teir sterk­astu úr Danmark.

Sí meir á www.yndi.fo