Seinastu dagarnar hevur viðrað rímiliga væl, og menn kring landið hava verið og tikið náta. Alt eftir, hvar bátarnir hava verið, og hvussu dúgliga hevur verið roynt, hava menn fingið meira og minni av fugli.
Leygardagin fingu bátar úr Nólsoy ávikavist 520, 263, 256, 250, 207 og 197 nátar - ella 1.693 tilsamans.
Hósdagin og fríggjadagin vóru bátar úr Nólsoy eisini á nátaveiði. Hósdagin fingu tveir bátar stívliga 100 nátar - og hin triði hevði 160. Fríggjadagin hevði besti báturin 218, og hin næst besti hevði 180. Tveir aðrir bátar vóru eisini fríggjadagin, og teir fingu stívliga 100 nátar hvør.
Merkisvert er, at Virgar Joensen, sum fyri fleiri árum síðan misti aðra hondina umborð á skipi, hevur tikið 732 nátar í fýra dagar, ávikavist 256, 218, 149 og 109.









