Tú kanst syngja í Péche

Í kvøld fer Péche í Saltangará undir eitt nýtt tiltak við heitinum “Open Mic Night”.

 

Endamálið er, at ein og hvør, sum hevur hug at vísa síni sangevni, kunnu trína á pallin.

 

Hetta er fyrst ferð, at Péche skipar fyri slíkum tiltaki, sum í mong ár hevur verið gerandiskostur í londum kring okkum.

 

Spurningurin er so, um føroyingar tora at stilla seg uppá pallin í kvøld.