Tú kanst avgera FMA-vinnara

Áhoyraravirðislønin er serlig virðisløn, har øll eru við at avgera, hvør vinnur

 

17 virðislønir skulu latast á FMA. Einasta virðislønin, sum dómsnevndir onga ávirkan hava á, er Áhoyraravirðislønin. Hetta er virðisløn, sum tónleikaáhugaðir føroyingar avgera, hvør vinnur. Reglurnar eru ógvuliga einfaldar: tann, ið fær flestar sms-atkvøður, vinnur.

 

Áhoyraravirðislønin kemur fyri virðislønina Ársins live bólkur/einstaklingur.

- Gamla navnið var ikki umboðandi tað, virðislønin verður latin fyri. Tí hava vit broytt navnið eins og vit eisini hava broytt reglurnar kring virðislønina eitt vet, sigur Barbara Holm úr Arbeiðsbólkinum handan FMA.

 

Broytingin er, at øll, ið eru tilnevnd á FMA, eru í uppskoti til at vinna Áhoyraravirðislønina. Áður var einasta kravið, at bólkurin, kórið ella einstaklingur hevði sungið ella spælt alment árið fyri, men tað er ikki nóg mikið longur.

 

- Bert tey, ið eru tilnevnd á FMA, kunnu vinna Áhoyraravirðislønina, sigur Barbara Holm.

 

Tey, sum áður hava vunnið Ársins live bólkur/einstaklingur eru Swangah, Experiment og Elinborg. Fyrsta Áhoyraravirðislønin verður latin, tá FMA verður í Norðurlandahúsinum í Havn leygarkvøldið 11. mars.

 

Vilt tú vera við at avgera, hvør fær Áhoyraravirðislønina, send so eini sms-boð til 1940 við boðunum FMA og so navnið á tí bólki, kóri ella einstaklingi, tú heldur skal vinna.