Tók seg aftur

Umhvørvisstríðsmaðurin Nicolas Hulot ætlaði sær at stilla upp til franska forsetavalið í apríl, men í gjár boðaði hann frá, at hann fer ikki at stilla upp kortini. Um ársskiftið vísti ein meiningakanning, at ellivu prosent av veljarunum ætlaðu sær at atkvøða fyri Nicolas Hulot, um hann stillaði upp. Í november í fjør kunngjørdi Hulot eina drúgva frágreiðing um, hvussu vit kunnu varðveita lívið á Jørðini, og síðani hava fleiri av teimum fremstu politikarunum í Fraklandi sagt seg taka undir við honum. Millum teirra eru tey bæði forsetavalevnini, Ségoléne Royal og Nicolas Sarkozy.