Gavin Arvizo, sum hevði ákært Michael Jackson fyri at hava misnýtt hann kynsliga hevur nú viðgingið, at hann hevur logið.
Meðan rættarmálið móti Michael var, við-gekk Gavin, at Michael ongantíð hevur fingið hann til at gjørt nakað kynsligt við ella saman við Michael Jackson. Gavin hevði eisini sagt, at Michael hevði tikið Arvizo familjuna sum gíðslar, men her hevði hann eisini logið. Sannleikin var, at Arvizo familjan bert hevði verið á vitjan hjá Michael Jackson. Tað var bert mamman, sum ikki hevði dámt at verið har so leingi.
Michael kundi vænta 20 ár í fongsli, um hann varð dømdur sekur. Men tað varð hann als ikki, aftaná Gavin hevði fortalt sannleikan.
Eftir at fyrsti filmurin hjá Britney Spears »Crossroads« fekk ring ummæli frá øllum, vil Britney nú vísa, at hon veruliga dugir at spæla sjónleik, og at hon saktans kann vera stuttlig.
Nú verður hon so við í nýggja filminum »In The Pink«, har aðrar stórar stjørnur, so sum Cher, Bette Midler og Tim Allen spæla við. Hesi trý hava verið sera virkin innan fyri hetta fakið, so tað kann ikki ganga heilt galið hjá Britney hesuferð...