Tíðindaskriv: Ættarstevna hjá Smiðjufólkunum í Fámjin

Tey seinnu árini er tað vorðið alt meir vanligt at ættir møtast og nú eru tað nøkur, ið halda, at tað er uppá tíðina, at eftirkomarnir hjá Daniel Johan Lisberg (f. 20-01-1838 d. 25-02-1899) og Ellen Caroline Lisberg (f.18-11-1839 d. 25-03-1932) í Smiðjuni í Fámjin møtast.
Ætlanin er, at vit skulu møtast tann 24/7 2004 og verður tað í Høllini í Trongisvági. Best hevði sjálvandi verið at hittst í Fámjin, men av tí at eftirkomararnir hjá Daniel Johan og Elin eru sera nógvir, er tað ómøguligt at hýsa so nógvum fólki í Fámjin, so tí hittast vit í Trongisvági, men har er eisini sera gott at vera.
Dagurin byrjar kl. 16.00 við at vit hittast og koma at kenna hvønnannan. Kl. 19.00 byrjar so veitsla við døgverða og dansi aftaná. Lisbergarnir plaga at vera lívligir og duga at skemta sær, so har skuldu allar fyritreytir verið fyri at fingið eitt gott kvøld.
Kostnaður fyri tiltakið er kr. 250,- fyri vaksin og kr.100,- fyri børn undir 12 ár.
Seinasta freist at gjalda atgongumerki er 15/6-2004. Møguleiki er at keypa atgongumerki hjá Súsannu Lisberg í Fámjin tlf.371502 og flyta pengarnir á konto í Føroya Banka.Tey, ið flyta gjøgnum bankan, nýta kvittanina sum atgongumerki.
Er nakað at spyrja um, so eru tit vælkomin til at spyrja hjá onkrum av fyrireikarunum.
Fyrireikarir eru: Johan í Smiðjuni Fámjin, tlf. 371359. Jákup Jakobsen Fámjin, tlf. 371356. Ebba í Geilini Fámjin, tlf. 371496. Elin Poulsen Fámjin, tlf. 371842. Súsanna Lisberg Fámjin, tlf.371502. Magnus Magnussen Tórshavn, tlf. 321104
Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma saman, at hitt frændir sínar.