Fyri stuttum kom Fróðskaparrit 48. bók, og longu nú kemur so Fróðskaparriuut 49. bók. Hesa ferð rúmar ritið seks greinir við einari hugvísindagrein og trimum greinum um tara og tveimum um djórafrøði.
Eyðun Andreassen, professari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað grein um Søgu og undirsøgu í Gongu Rólvs kvæði. Tulkingin av undirsøguni í kvæðinum er heldur øðrvísi enn roknað verður við.
Biofar hevur seinastu árini havt fast pláss í Fróðskaparritum til at kunna um avrik frá hesi stóru og týðandi verkætlan. Aftur í bók 49 eru 4 greinir, har ein snýr seg um dýrini armfótingarnar við Elsebeth Thomsens Brachiopada in the Faroe Islands area. Tríggjar greinir afturat fevna um alguvøkstur. Tann fyrsta er um reyðalgur, The Bangiophyte Species of the Faroe Islands eftir Juliet Brodie, Ruth Nielsen og Karl Gunnarsson. Koraltarar verða viðgjørdir í Caralline Red Algae (Corallinales, Rhodophyta) of the Faroe Islands eftir Susse Wegeberg, Ruth Nielsen og Karl Gunnarsson. At enda hava Ruth Nielsen og Karl Gunnarsson eisini skrivað um Seaweeds of the Faroe Islands. An annotated checklist, har øll tarasløgini eru greinað, og víst verður á hvar tey eru funnin. Allar tær lívfrøðiligu greinirnar hava fitt av myndum. Ikki minst tann seinasta, har Astrid Andreasen hevur teknað 35 tarasløg so frálíka væl, at tey eru løtt at kenna aftur. Hetta verður vónandi byrjanin til eina tarabók við lyklum at greina tarasløgini eftir.
Sven-Axel Bengtson, professari við lærda háskúlan í Lund, ið eisini undirvísir á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað seinastu greinina, Breeding distribution and numbers of wren (Troglodytes troglodytes) in the Faroe Islands. Í hesi grein verður músabróðir viðgjørdur.
Fróðskapar rit 49. bók er 163 blaðsíður. Haldaragjaldið er 165 krónur um árið, og nýggir haldarar kunnu tekna seg á: Setursskrivstovuni, Handan Á 5, Tórshavn, telefon 315302, telefaks, 318929 ella við telduposti á maudh@setur.fo Í leysasølu kostar ritið 195 krónur. Mentanargrunnur Landsins gevur Fróðskaparrit út, og Bókamiðsølan hevur søluna um hendur.