Tíðindaleiðari nóg mikið í sær sjálvum

Jógvan við Keldu

Munnu Jóhann Mortensen og eg eisini vera ósamdir um hesi tvey dømini av so mongum

Havi í høvuðsheitum fyri­bils ikki so nógv at leggja afturat tí, sum eg skrivaði í m.a. Dimmalætting 5. mars um flytingina av SSL til Suð­uroyar.
At tíðindaleiðari Útvarp­sins, Jóhann Mortensen fór at geva mær rætt um mani­pulatión og subjektivan tíð­indaflutning, hevði eg satt at siga ikki roknað við, og heldur ikki droymt um, tí fari eg bert at gera nakrar fáar viðmerkingar til orðini hjá honum fyri at vísa á hjálp­arloysi hjá okkara al­menna Public Service stovni.
M.a sigur hann, at: “Eftir at hava lisið greinina hjá Jógvani við Keldu, havi eg gjørt mær tann ómak, at lurta eftir innsløgunum og lisið handritini frá tíðinda­flutn­inginum” um SSL, “einki, sum bendir á, at tíð­indaflutningurin er subjek­tivur”. At lurta eftir sær sjálv­um, helst ikki nóg krit­iskt, sigur kanska nakað um sjálvkritikkin, ella ger tað?
Eg kom at hugsa um Mariu Antoinnette, sum sat á keisaraborgini, sum einki skilti av, at franska fólkið tørvaði føði. Hon skal hava sagt so mangt, m.a. “er einki breyð, so gev teimum køku”.
Síðani staðfestir tíðinda­leiðarin, at “samstundis sum vit hava fingið fleiri at­finningar seinastu tíðina um vantandi kritiskan tíð­indaflutning....”
Sjálvt ikki hetta fær al­menna Public Service stovnin at kvaklast við, men heldur gera roynd at brúka hetta helst móti fjøld av lurt­arum, sum um hetta rætt­vísger stovnin.

Tápuligt og provinsielt
Síðani kemur hann við eini bæði tápuligari og provinsi­ellari útsøgn, at eg “helst ikki tori at kæra til fjølmiðla­nevndina”.
Lat meg gera vart við, at eg havi ongantíð kært til nakran kærustovn og vóni heldur ikki at eg fari at gera tað.
Líkt kundi verið til, at Jó­hann Mortensen tykist halda, at kærustovnar eru koddi, sum almennir stovn­ar kunnu brúka og kalt og kyniskt siga, at fólk, sum hava nóg mikið at gera dag­liga, bara kunnu brúka drúgva tíð til at leggja kæru­skriv og hópin av skrivligum dømum til rættis fyri síðani at kæra. Nei, so einfalt er hetta ikki!

Mong prógv
Bara fyri at koma við einum lítlum dømi, nú hann dyrgir eftir próvtilfari, so hevði Út­varp Føroya í eini kvøld­sending í eini yvirskrivt: “Jógv­an við Keldu, lands­stýr­ismaður er meldaður til politiið”!!
Eg vitsti einki um tað, men nú vísir tað seg, at ein per­sónur í síni extremismu fylg­ir Sjónvarps-tíðinda­send­ing, leypir úr sofuni, tí hann metir útlendskan borg­ara verða fyri ótrætti, hóast hann ikki hevði verið tað, og skrivar bræv til fútan. Nakað seinni avvísti fútin hetta.
Kundi hugsa mær at spurt Jóhann Mortensen, hevði ikki verið nátúrligt, at spurt mannin, sum var meldaður, áðrenn hetta av berum spenningi slapp út í luftina. Víðari kann sigast, at eg bað útvarpið um at fáa loyvi til at gera eina viðmerking, men hetta varð tagt burtur.
Jóhann Mortensen, er hetta ikki at manipulera og subjektivt gøða føroyingin við “spennandi” tíðindum?
Sjálvandi kunnu vit kæra sambært fjølmiðla­ábyrgd­arlógina, onnur mál kunnu kærast til Løgtingsins Um­­boðsmann, næsar kunnu být­ast út til høgru og vinstru, men er tað so, at hetta skal vera mátin at halda stovnar okkara væl­virk­andi, ríða vit lágt.
Til stuttleika, kann nevn­ast til seinast, at í samband við 8. mars-dagin vitsti út­­varp­ið at siga, og hetta var umráðandi at fáa út júst nú, at árslønin hjá kvinnuligum lærara var 85% lægri enn hjá mannligum. T.v.s., at kvinnuligi lærarin fær 85% minni í løn fyri sama ar­beiði. Hetta er skeivt, tí her er spurningurin, um kvinnuligi lærarin ikki av eini ella aðrari orsøk, ar­beiðir færri tímar. Ein lær­ara­løn er ein læraraløn fyri kall og konu.
Soleiðis fullu fyrstu tíð­ind­ini um hetta málið, og fyrstu tíðindini sita altíð best eftir. Tá tú sigur hetta, er tað at manipulera og aft­urat er hetta óetiskt, um so er, at tíðindaberin ikki hev­ur sett seg inn í málið.
Dømini tróta ikki um mani­pulatión, men nóg mikið fyri fyrst.