Fyri løtu síðani komu boð frá donsku samráðingarnevndini um, at annar fundurin millum landsstýrið og donsku stjórnina um ríkisrættarliga spurningin gongst so mikið væl, at væntast kann, at tíðindafundurin, ið haldast skuldi klokkan níggju, í staðin verður hildin klokkan átta.
Frá føroysku samráðingarnevndini eru eisini ábendingar komnar um, at samráðingarnar gangast væl. Eitt av embætisfólkunum, sum sást á ganginum fyri løtu síðani, vendi tumlinum upp ímóti føroysku tíðindafólkunum, tá hann gekk framvið.
Partarnir sita nú í hvør sínum høli og fáa sær ein bita, áðrenn farið verður í gongd aftur.










