– Tíðin er komin at lata Havnará upp aftur

– Um eitt lítið sindur av vilja var, so ber væl til at fara í gongd og gera tað, sum skal til fyri at lata ánna upp aftur, sigur Birgar Johannesen

Í nógv ár hevur snakkað verið um at lata Havnará upp aftur, soleiðis at hon kann renna gjøgnum miðbýin, eins og hon gjørdi fyri 70 árum síðani.

Ein av forsprákarunum fyri at lata Havnará upp aftur er havnarmaðurin Birgar Johannesen. Hann heldur, at stundin nú er komin at gera nakað við verkætlanina í staðin fyri bara at snakka um tað.

– Tað er ein orsøk til, at eg og fleiri hundrað við mær hava ein áhuga í hesum. Vit minnast ánna og alt tað góða, sum hon gjørdi, sigur Birgar Johannesen, sum sjálvur minnist ánna sum smádrongur og hálvvaksin.

– Tað var ónatúrliga vakurt. Ein á trekkir so nógv lív til sín, bæði undir og oman fyri vatnið, sigur hann og sipar til fisk, fugl og mennsikju.

Orsøkin til, at Havnará varð latin aftur í sínari tíð, var, at hon var skitin, og kloakkluktur kom úr henni. Men hetta eigur ikki at vera ein trupulleiki í dag, meinar Birgar Johannesen.

– Tey snakka um rottur og kloakkir, men hatta er eingin trupulleiki í dag. Fyrr runnu kloakkirnar út í Havnará, men tað gera tær ikki longur. Tær fáu gomlu kloakkirnar, sum eru eftir, kunnu bresta, men tað ber til at tippa tað beinanvegin. Og rottur eru ongar, sigur hann.

##med2##

Birgar Johannesen hevur spurt seg fyri hjá serkønum, sum siga, at tað reint praktiskt er einfalt at lata ánna upp aftur.

– Í dag hevur mann so mikið góð amboð, at alt ber til. Hatta er ikki ein á, sum skal gerast. Hon er longu til, sigur hann.

Birgar saknar eina ordiliga grundgeving fyri, hví mann ikki vil lata ánna upp aftur. Hann heldur, at mann eigur at hugsa um møguleikar heldur enn forðingar.

– Tey, sum sita við ræðið í dag, minnast ikki ánna. Meginparturin av Tórshavnar býráð eru ikki fødd og uppvaksin í Havn og hava kanska ikki somu kenslur fyri tí. Mann vil heldur taka tað negativa fram um tað positiva við at síggja allar forðingarnar í staðin fyri møguleikarnar. Har eru nakrar avbjóðingar, men tær eru nemmar at fáa bilbugt við, sigur hann.

– Pengar eru nokk av. Um eitt lítið sindur av vilja var, so ber væl til at fara í gongd og gera tað, sum skal til fyri at lata ánna upp aftur, sigur Birgar Johannesen.

Birgar Johannesen heldur ikki, at tað er neyðugt at lata alla Havnará upp, men heldur bara í miðbýnum frá Sverrisgøtu, millum Eik og gamla Telefonverkið og oman í Tinghúsvegin.

Miðlahúsið hevur spurt borgarstjóran í Havn, Anniku Olsen, hvat hon heldur um at lata Havnará upp aftur. Men vit hava ikki fingið svar enn.

##med3##