Tá ið tinglimir kunnu skapa øsing eru teir altíð klárir

? Tað undrar meg stórliga, at politikarar leika so í sum teir gera um, at øll í føroysku fiskivinunni eru stráðmenn og spekulantar, og at tað er vinnan, ið hevur skyldina av, at støðan er blivin, sum hon er, sigur Jákup Egholm Hansen, formaður í felagnum Rækjuskipum

?So skjótt eitt mál stingur seg upp, sum kann brúkast til at skapa øsing millum manna, eru politikarar altíð klárir.

?Hinvegin vísa teir næstan ongan vilja til at leggja langtíðar karmar fyri fiskivinnuna.

Hendan lemjandi kritikkin av okkara fólkavaldu politikarum eigur Jákup Egholm Hansen í Havn.

Hann er formaður í Felagnum rækjuskip.

Men hann leggur dent á, at hann talar fyri seg sjálvan og ikki fyri felagið í hesum máli.

Hann dylir ikki, at hann er bæði ógvuliga bilsin, og ógvuliga misnøgdur av mátanum, sum høvuðsvinna okkara, fiskivinnan, verður handfarin av okkara politisku myndugleikum.

Hann vísir á, at alstór øsing hevur tikið seg upp millum politikarar, nú alt fleiri og fleiri fiskiskip við útlendskum kapitali og áhugamálum, koma í føroyska fiskiflotan, ofta uppá gomul ella samanløgd fiskiloyvi.

? Nú frættist eisini, at rækjuflotin stendur fyri tørni, og at eitt íslendskt rækjuskip er á veg í føroyska flotan, helst uppá eitt gamalt, føroyskt rækjuloyvi, sum hevur skift eigara


Sensjatiónspolitikkur á tingi

Jákup Egholm Hansen sigur at tað undrar hann stórliga at hoyra bæði yngri og eldri politikarar, bæði í samgongu og í andstøðu leika so í, sum teir gera, um, at øll, sum virka í føroysku fiskivinnuni, eru strámenn og spekulantar og at tað skal vera vinnan, sum hevur skyldina av, at støðan er blivin, sum hon er.

? Veruleikin er, at tað júst eru teir somu politikararnir, ið nú rópa harðast, sum sum hava sín part av skyldini av, at lógin um vinnuligan fiskiskap er broytt soleiðis, at tað, sum nú er hent, yvirhøvur ber til.

? Men tað er kortini ikki einasta orsøkin, leggur hann afturat.

? Politiska viðgerðin á tingi, og viljin til at leggja langtíðarkarmar fyri fiskivinnuna, eru næstan ikki til staðar.

? Men so skjótt, eitt einstakt mál stingur seg upp, sum bendast inn á okkurt sensatiónskent, ið kann skapa øsing millum manna, eru tinglimir hinvegin beinanvegin klárir.

Formaðurin í felagnum Rækjuskipum heldur, at Frøyanes-málið er besta dømi um hetta.

? Hinvegin síggja vit alt ov sjálvdan, at tinglmir viðgera fiskivinnumál á ein sakligan hátt, har forarbeiðið er gjørt til lítar, sigur hann.


Lætt hjá útlendingum at keypa

Jákup Egholm Hansen sigur, at tað er júst trongdin hjá politikarum at finna rumbulsmál, heldur enn at gera lógararbeiðið til lítar, sum er veruliga orsøkin til, at tað kann gerast lutfalslig lætt hjá útlendingum at keypa seg inn í førlyska fiskiflotan- t.d. hjá íslendingum at keypa seg inn í føroyska rækjuflotan.

? Felagið rækjuskip hevur í fleiri ár roynt at víst bæði landstýrismonnum og tinglimum á tað sera álvarsligu støðuna hjá føroyska rækjuflotanum.

? Vit hava ítøkiliga víst á, at rækjuskipini hava stórar trupulleikar av høgum flutningsútreiðslum, og øðrum útreiðslum, sum standast av, at rækjuskipini hava sínar fiskileiðir á fjarleiðunum, í útjaðaranum á teimum økjum, har føroysk skip hava loyvi at fiska.

? Samstundis hava vit víst á, at prísurin á rækjum hevur verið fyri støðugum falli í nógv ár, og hann fellur framvegis.

Hann sigur, at felagið Rækjuskip hava mælt til at flutningsstuðul í verk í gildi fyri rækjuskipini, sum fiskað í altjóða sjógvi fyri at javntseta hendan skipabólkin við tey skip, sum fiska á nær og miðleiðum.

? Men tað er bara fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, John Petersen, sum skilti tað serligu støðuna hjá rækjutrolarunum.

? Hinvegin var tað ongin annar í tinginum hvørki í hesum løgtinginum, ella í løgtinginum sum var áðrenn hesum, ið so frægt sum tímdi at seta seg inn í málið.

? Fyri tinglimir í undanfarnu samgongu var tað nógv meiri áhugavert at klandrast um, antin stuðul skuldi latast til endurnýtslu av skipaflotanum, ella um íløgustuðulin til djúpvatnstrolararnar skuldi halda fram.

? Og í tinginum nú, verður øll orkan brúkt til at klandrast um føroyska grundlóg, um flakavirki skulu fáa flutningsstuðul til virkaðan fisk og um tað nýggja vaktarskipið, sum sigst at hava líka stóran bunkringskapasitet, líka stóra proviantgoymslur og líka stór uppihaldsrúm sum meginparturin av føroyska rækjuflotanum hevur tilsamans.


Flutningsstuðul er neyðugur

Jákup Egholm Hansen sigur, at skal rækjuflotin aftur gerast áhugaverdur hjá føroyingum at gera íløgur í, so at veiðiloyvini ikki verða til sølu til hægstbjóðandi útlendingin, er tað neyðugt, at tinglimir av álvara seta seg inn í støðuna hjá rækjuflotanum.

? Gevið hesum skipum somu fortreytir sum fiskavirkini í útjaðarunum hava, har ið flutningsstuðul verður latin at flyta fisk til virkini og av teimum aftur.

? Hetta kann gerast við at lata troalarunum stuðul til rækjur, fiskaðar í altjóða sjógvi og við Svaldbard, og sum verður flutt úr útlendskum havnum til marknaðin.

? Harafturat eigur stuðul at verða latin til at flyta manningar til og av skipunum, tí hetta er ein sera stór útreiðsla hjá rækjuskipunum.

? Og at enda eigur stuðul at verða latin til olju, sum verður bunkrað á opnum havi, tí har kostar hon eini 40% meiri enn hon kostar í landi


Mugu fáa skattalætta

Næsta stigið eigur at verða at broyta skattaskipanina fyri sjómenn soleiðis, at skattalætti fyrst og fremst verður latin føroyskum fiskimonnum við føroyskum skipum.

? Hinvegin eiga teir, sum frammanundan vinna stórar inntøku við útlendskum skipum, ikki at fáa nærtil so stóran skattalætta, kanska ongan yvirhøvur.

? Tí skattaskipanin virkar enn soleiðis, at hon dregur fleiri sjómenn úr føroyska flotanum til útlendsku kappingarneytarnar.

Jákup Egholm Hansen mælir til, at skattaskipanin eigur at verða so, at langfarafiskimenn við føroyskum skipum eiga at fáa størstan frádráttin t.d. 30%.

? Skattafrádrátturin kundi so verið óbroyttur, t vs 15%, hjá teimum, sum fiska á mið- og nærleiðum.

Men hinvegin eiga teir sum sigla við útlendskum skipum at missa frádráttin heilt, ella í mesta lagi at fáa ein frádrátt, sum er nógv minni enn hann er nú.

? Ein slík skipan hevði gjørt tað meiri lokkandi at siglt við føroyskum skipum, og hevði verið tætt við eini null-loysn hjá landskassanum, sigur Jákup Egholm Hansen.

Men hvussu ber tað til, at íslendingar eru hugaðir at gera íløgur í føroysk rækjuskip, um vinnan ikki ber seg?

? Tað kemst av, at íslendingar hava eina aðra skipan enn vit hava. Útgerðarfeløgini eru mangan størri við fleiri sløgum av skipum afturímóti einum føroyskum reiðarí, sum ofta bara eigur eitt skip.

? Í Íslandi eru eisini rækjuskipini og rækjuvirkini tættari knýtt at hvør øðrum.

? Somuleiðis hava teir eina aðra avrokningarskipan.

? Í vissum førum eru teir eisini sjálvfíggjandi.

? Alt hetta ger, at íslendingar hava heilt aðrar møguleikar at leggja til rættis.

? Og so hava teir nógv minni flutningskostnað, enn vit hava, tí teir eru nærmari fiskileiðum, enn vit eru.

Tó heldur hann, at tað er vert at varðveita rækjuflotan, tí hann hevur stór samfelagsligt avkast.

? Umframt nótabátarnar, eru rækjuskipini tey einastu, sum útnytta rættindi uttan at vit noyðast at lata øðrum fisk undir Føroyum afturfyri.

? Tí er virðisøkingin fyri samfelagið sera stór.

? Men av tí fiskiskapurin er so langt burtur, standast útreiðslur av tí sum gera, at tað er trupult hjá hvørjum einstøkum skipi at fáa tað at bera til, hóast ongi onnur skip geva so stórt samfelagsligt avkast sum júst rækjuskipini.  


Spekulatión - sølur mugu steðgast

Annars heldur formaðurin í felagnum Rækjuskipum, at tað er neyðugt at steðga spekulatiónssølum av fiskirættindum.

? Verða skip seld av landinum, skal tann sum eigur innflutningsloyvið, í tvey ár bara sleppa at ráða yvir 10% av fiskiloyvinum, sum hoyra til.

Restin av fiskiloyvinum skal verða býtt sundur ímillum skipini, sum eru eftir í bólkinum- inntil annað skip kemur í flotan fyri tað sum fór

? Men hetta skal, sum sagt bara vera galdandi í tvey ár.

? Og er ikki nýtt skip komið í flotan fyri tað, sum fór, áðrenn tvey ár eru farin, skal veiðiloyvi endaliga fella burtur.

Jákup Egholm Hansen sigur, at tað eru nøkur dømi um, at tað ber til at vinna nógvan pening uppá bera, blanka spekulatiónssølur av fiskiloyvum.

? Hetta má steðgast, sigur hann.

? Tí tað eru tey skipini, sum eftir eru, sum koma at bera byrðarnar fyri slíka spekulatión.

? Men hinvegin má lógin ikki verða so stirvin, at ongir møguleikar eru í skipanini at arbeiða.

? Tað er fyrst og fremst spekulatiónssølan, sum skal steðgast og ikki vanligur handil við fiskirættindum ímillum skip, sigur formaðurin í felagnum Rækjuskipum.