Tá ið politikkur blívur tað reina show - ella avtalað dupultspinn

Við jøvnum millumbilum stingur orðaskifti seg upp um fjølmiðlarnar sum fjóðra statsvaldið. Tað vil siga sum trygd borgarans fyri, at allar fjaldar dagsskráir verða avdúkaðar. Niðurstøðan í skrivandi stund er, at vit geva hvørki teimum privat fíggjaðu fjølmiðlunum og heldur ikki tí alment fíggjaða Kringvarpinum røttu arbeiðsumstøðurnar til tess

Hin vegin eru umstøðurnar hjá fjølmiðlunum heldur ikki so ringar, at teir ikki áttu at sæð ”spinnið” handan alt hetta tóma buldrið um at tiðna blokkin, sum setti dagskránna alla hesa vikuna.

Ein leystgangnadi hondgranat av einum fólkatingslimi brúkar endaorðaskiftið í Fólkatinginum til at biðja um meira blokkstuðul – eitt mál, sum hann sum fólkatingslimur absolutt einki hevur við at gera. Tað kann bara koma øllum føroyingum – eisini sambandsfólki – aftur um brekku, at vísa so lítla virðing fyri tí danska parlamentinum, at brúka tað til føroyskt sirkus. Og hví ger hann so tað? Jú fyri at fáa júst ta reaktión, sum han fekk, nevniliga at øll tann føroyska pressan leyp á leistum eftir hesum dukkufreti.

Einki annað mál, hvussu týdningarmikið og álvarsamt tað annars í veruleikanum er, megnaði at treingja ígjøgnum hesa ljóðdálking í vikuni sum fór. Og hin fólkatingslimurin helt seg sanniliga heldur ikki aftur. Endiliga eitt púra óforpliktandi propagandamál, sum hann visti, at pressan fór at halda á kóki í fleiri dagar. Sjónvarp og útvarp og hini - upp í saman. Og nú ið hann, á jøvnum føti við sambandsmannnin, fekk púra opna og fría mikroforn, brúkti hann sjálvsagt høvið at spæla plátuna um ómegd føroyinga og kúging dana av føroyskum sjálvræði, og harafturat at ákæra hesa somu glaðbeintu pressu, fyri ikki at geva sær og sínum pláss í fjølmiðlunum.

Tað ger formaðurin í Tjóðveldi ferð aftaná ferð. Átekur sær ein matýrleiklut. Ein taktikkur, ið sum frá líður er lættur at gjøgnumskoða. Og eftirhondini hevur hann endurtikið hesa søgu so ofta um, at andstøðan og serstakliga Tjóðveldi er so kúgað í pressuni, at sjálvt pressan, og hansara gomlu starvsfelagar har, eru farnir at trúgva honum. Og soleiðis setti Edmund og Høgni alla dagskránna farnu viku, grundað á - EINKI.

Henda lítla søga um sera væleydnað dupultspinn hjá Edmund og Høgna, sigur so mikið sum, at vit mugu menna teir føroysku fjølmiðlarna. Á ólavsøku skulu vit skifta orð um, hvussu tað alment fíggjaða Kringvarp Føroya skal skipast í framtíðini, og hvørji krøv, ið vit eiga at seta teimum, og hvussu tað skal fíggjast – og tað skal vera mín vón, at leikluturin hjá privatu pressuni verður viðgjørdur í sama viðfangi. Og at vit semjast um eina javnvág, har rúm er fyri øllum.

Tí báðir leikarar mugu vera á vøllinum, og teir mugu fáa stundir og náðir til at fara eftir teimum veruligu tíðindunum, og ikki bara gloypa teir bitar, sum tey, sum sita við valdinum, blaka fyri teir.