Fyri 54 ára gamla, Allan Rasmussen, var sjúkustaðfestingin krabbamein enn eitt stig niður eftir bakkanum eftir tíggju trupul ár. Men, tá krabbameinsráðgevingin í Aarhus syrgdi fyri, at ein sonevndur navigatorur – ella vegleiðari – varð settur at hjálpa honum í sjúkugongdini, byrjaði tað at lýsa í hjá honum. Í dag er Allan Rasmussen frískur; hann hevur ikki krabbamein longur og er til reiðar til seinna hálvleik í lívinum.
Tað er soleiðis, at krabbameinssjúkingar, sum hava serligan tørv á stuðli, kunnu fáa ein sjálvbodnan navigator – ella vegleiðara – knýttan aftrat sær gjøgnum Kræftens Bekæmpelse, meðan tey eru sjúk. Talan kann vera um sjúklingar, sum ikki hava nakran avvarðandi og sum hava brúk fyri hjálp til at hava tamarhald á ymiskum tingum og viðurskiftum, eitt nú avtalum, kanningum og viðgerðum í samband við sjúkuna.
Eykastuðulin, sum Allan Rasmussen fekk frá krabbameinsráðgevingini, fekk avgerandi týdning fyri hansara sjúkuviðgerð.
- Allan, tú hevur krabbamein, og tað er álvarsamt!
Tveir læknar royndu at greiða honum frá støðuni, men tað var trupult hjá honum at skilja álvaran, sum læknarnir løgdu fyri dagin. Hann hugsaði: "... hatta orðið - álvarsamt - hvat meina læknarnir við tað, og hvussu álvarsamt er álvarsamt...?"
Læknarnir royndu at greiða Allani Rasmussen frá, at neyva sjúkugreiningin var næsa-og hjáholukrabbi, sum hevði spreitt seg til heilan. Sjúkan var eisini orsøkin til, at sjónin hjá honum hevði verið løgin seinastu tíðina.
Hin 54 ára gamli býr í einum lítlum býi uttan fyri Horsens. Einaferð var hann múrari, men fyri 10 árum síðan gjørdist hann arbeiðsleysur, og síðan tá hevur hann fingið tað, sum danir rópa ”kontanthjálp” ella pengahjálp. Í dag býr hann einsamallur og hevur eingi avvarðandi. Hann hevur havt tunglyndi og líðingar við angist.
Við sjúkustaðfestingini krabbamein gekk lívið hjá honum – soleiðis, sum hann sjálvur málber seg – nakað longur niður eftir bakkanum og boðini, sum læknarnir góvu honum, vóru ov ógvuslig til at fata. Læknarnir mæltu honum tí til at fara inn á gólvið hjá ráðgevingini hjá Kræftens Bekæmpelse í Aarhus, sum liggur beint við sjúkrahúsið.
Tó, at hetta kravdi bæði mót og tár, fekk hann kortini tikið seg saman og fór hagar.
Hjá Kræftens Bekæmpelse fekk Allan Rasmussen ein sjálvbodnan navigator, Per Lindholm, sum gjørdist hansara hjásiti og stuðul í krabbameinstilgongdini. Hesin var eitt nú við til tær samrøður, sum vóru á sjúkrahúsinum. Teir fyrireikaðu samrøðurnar saman og snakkað um tingini, tá samrøðurnar vóru lidnar.
- Per Lindholm hjálpti mær at skilja tað, sum læknarnir søgdu, og hann segði mær, hvat eg skuldi spyrja um. Hetta gjørdi, at eg fekk greitt frá øllum mínum sjúkueyðkennum og kundi greiða frá, hvussu eg hevði tað, sigur Allan Rasmussen, sum vísir á, at tað er ein miljón spurningar, sum mala í høvdinum alla tíðina, tá tú hevur fingið slík boð, sum hann hevði fingið.
Tú noyðist at "kóka" spurningarnar niður, soleiðis at tú kemur til tey týðandi tingini, tá tú ert til samrøðu hjá læknanum.
Tað hevur havt stóran týdning fyri Allan Rasmussen, at hann alla tíðina hevur fingið smá skump og er vorðin eggjaður. - Kom nú, kom nú – tú skalt upp, upp… upp - upp at standa og út at ganga – ja, eins og tú skalt læra at standa á egnum beinum, sigur Allan Rasmussen. Per Lindholm hjálpti honum eisini at skilja tey mongu brøvini og innkallingarnar, sum dumsaðu inn í postkassan.
- Eg eri orðblindur, og tað havi eg góðtikið fyri langari tíð síðan. Soleiðis eri eg. Onkuntíð vendi eg setningunum runt, soleiðis at teir fáa eina heilt aðra merking. Tað hevur verið gott at hava Per Lindholm, soleiðis at vit saman kundu hyggja tilfarið ígjøgnum. Hvat merkir henda kanningin, og hvat fer nú at henda? Við at snakka um brøvini og greina tey saman, lærdi eg jú eisini nakað, soleiðis at eg sjálvur gjørdist betri at lesa brøv.
Allan Rasmussen er ikki í iva um, at hjálpin, sum Per Lindholm veitti honum, tá harðast leikaði á, hevði avgerandi týdning fyri, at hann í dag er komin væl ígjøgnum sína sjúku og hevur fingið ein nýggjan og positivan hugburð til lívið. - Hevði eg ikki havt Per Lindholm, hevði eg farið heilt niður við flagginum. Eg hevði helst havt forsømt fleiri kanningar og hevði kropið inn í meg sjálvan. Her hevði eg sitið við øllum mínum spurningum, sum høvdu brent innan í høvdi mínum, sigur hann.
Tá Allan Rasmussen sær seg sjálvan í speglinum í dag, hevur hann trupult við at kenna seg sjálvan aftur. Longu krúllutu lokkarnir, hann hevði fyri krabbameinsviðgerðina, er burtur, og hann er skjótur til tár. Men, tað er ikki bara hetta, sum er broytt. Persónurin er eisini broyttur; hann sær lívið øðrvísi nú, enn hann gjørdi fyri sjúkuna, og haraftrat er hann grøddur.
At hann nú ikki hevur krabbamein longur, er næstan líka so trupult at skilja, sum tá hann á sinni fekk sjúkustaðfestingina, krabbamein.
- Tað tók dagar, áðrenn eg skilti, at nú er eingin krabbasjúka meira. Nú skal eg hava hesa ræðslu úr kroppinum. Eg havi hugsað um at gera okkurt sjálvboðið arbeiði, soleiðist at eg kann byrja spakuliga. Tí, eg vil aftur. Eg havi fingið pengahjálp í tíggju ár, og soleiðis er ikki nógv hent hesi árini. Nú eri eg til reiðar til seinna hálvleik í lívinum – eisini fyri at koma út millum onnur fólk og soleiðis fáa eina enn størri gleði í lívinum, sigur Allan Rasmussen.
Tað er í stóran mun Per Lindholm og nakrar góðar samrøður við sjúkrahúsprest, sum hava hjálpt honum undir sjúkuviðgerðini og fram eftir í lívinum. Nú hevur hann fingið nøkur amboð til at heysa seg sjálvan uppaftur við.
- Tað var ikki ábyrgdin hjá mínum vegleiðara at hála meg upp aftur alla tíðina. Men, hann gav mær tey smáu skumpini til, at eg sjálvur kom upp og lærdi at standa á egnum beinum. Nú síggi eg ljósglottarnar aftur, og lívið hevur fingið eitt nýtt perspektiv, sigur Allan Rasmussen smílandi.
Kelda: www.cancer.dk