Svarið fæst á evnisdegi í Norðurlandahúsinum mánadagin. Granskarin og professarin Anne Bamford hevur gjørt kanning, ið vísir týdningin av mentan og list í fólka-, vinnu- og miðnámsskúlum, dagstovnum og frítíðartilboðum.
Í tí sambandi skipa Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið fyri evnisdegi, har Anne Bamford fer at leggja fram og greiða frá.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, setir dagin. Fyrraparturin er opin fyri almenninginum, meðan seinnaparturin er ætlaður leiðarum í fólka-, vinnu- og miðnámsskúlum, dagstovnum og listafólki.
Í apríl í 2012 var kanning at eftirmeta læring í list í Føroyum sett í verk. Kanningin skuldi savna inn víðfevndar upplýsingar um, hvussu umfatandi og dygdargóð læring í list er.
Kanningin hyggur bæði at formligari og óformligari læring í list, sum fer fram í skúlanum og eftir skúlatíð.