Skulu vit trúgva gomlum fordómum, verður tjóðin klovin í tvey hendan næsta mánaðin: Tann størri helmingurin, mannfólkið, situr klistrað upp at sjónvarpsskíggjanum og hyggur at fótbólti og tann minna helvtin, konufólkið, gongur bara og ristir uppgevandi við høvdinum og skilir púra einki av nøkrum.
Í videnskab.dk hava tey roynt at kanna eftir, hvussu tað ber til, at nógv konufólk eru so karvandi, tá ið fótbóltur er á skránni.
Heilagranskarin, Jesper Mogensen, staðfestir, at orsøkin til, at tað er munur á konufólki og mannfólki á hesum øki, liggur so ikki í heilanum.
- Tað er als ongin munur á einum konufólkaheila og einum mannfólkaheila, sum kann elva til, at áhugin fyri fótbólti er ymiskur, sigur hann.
- Tí er áhugi, og manglandi áhugi fyri fótbólti ikki viðføddur, leggur hann afturat.
Hinvegin vísir hann á, at heilin verður mentur eftir tí, sum ávirkar hann.
- Er mentanin tann, at konufólk ikki hava áhuga fyri fótbólti, tekur heilin boðini til sín.
Sostatt er áhugin og manglandi áhugi fyri fótbólti ikki arvaligur, men eitt úrslit av umhvørvinum.
Laila Ottesen, lektari í ídróttarsociologi, sigur, at tað er bæði rætt og skeivt, at konufólk ongan áhuga hava fyri fótbólti.
- Tað er væl trúligt at tilkomin konufólk ikki halda at tað er so øgiliga spennandi at sita ein heilan dag og hyggja at fótbólti.
Men um 20 ár kann myndin verða fullkomiliga broytt.
- Fyri at hava áhuga fyri fótbólti, er helst neyðugt at hava spælt fótbólt. Og tað hevur helst hvør einasti drongur hava gjørt.
Men tað hava ikki so nógv konufólk roynt. Men hesi seinastu árini hevur kvinnufótbóltur verið í ovurstórari menning og tað merkir, at framyvir fara eisini konufólk at hava tær neyðugu fortreytirnar fyri at dáma fótbólt, soleiðis sum mannfólk hava havt í fleiri ættarlið.
Tá vera lýsingar, sum gera gjøldur burtur úr konufólki og fótbólti, kanska eisini handilsligt sjálvmorð.
Yvirhøvur hava konufólk íðkað ítrótt fyri at røra seg. Mannfólk hava kappast. Men tað er tórført at siga, um orsøkin til, at konufólk ikki leggja nakað serligt í kapping, er, at tær eru uppaldar til tað. Fótbóltur er ein mannfólkamentan, sum nógvir dreingir fáa í vøggugávu. Í Bretlandi er ikki óvanligt, at dreingir fáa fríkort til fótbóltsdystir í vøggugávu.
Men hvussu ber tað so til, at tað ikki er fyrrenn hesi seinastu árini, at konufólk eru farin at sparka?
Gertrud Pfister, professari í sosiologi á ítróttarlinjuni á universitetinum í Keypmannahavn, sigur við vindenskab.dk, at vit skulu ikki gloyma, at í nógv ár var tað ein kampur hjá konufólki at sleppa at íðka ítrótt yvirhøvur.
Fótbóltur var ein mannfólkasportur, sum dyrkaði styrki og stríðsvilja og tað eru ikki dygdir, sum vórðu mettar at vera serliga kvinnuligar.
Fyri smáum hundrað árum síðani var kvinnukroppurin innilæstur í korsetti og síðum kjólum og tað var ósømiligt at ganga í víðum klæðum, sum tað bar til at røra seg í.
Vanliga áskoðanin var eisini, at kvinnur vóru ov veikar kropsliga og sálarliga til at kappast í ítrótti.
Og tað var enntá almenn vitan í gomlum døgum, at hjá kvinnum, sum íðkaðu ítrótt, var nógv verri at fáa børn.
So seint sum í fimmtiárunum vildi vesturtýskja fótbóltssambandið ikki lata konufólk sleppa at spæla fótbólti.
Ein orsøk var, at tær vóru so kálvakníggjaðar at tær rætt og slætt ikki kundu sparka, sigur videnskab.dk.