Tveir av hesum skilamonnum eru Heri Mohr fyrrverandi stjóri á Føroya Gjaldstovu og Símun Pauli Jacobsen fyrrverandi bókhaldari hjá S.E.V.
Hesir skriva altíð sakliga og væl dokumenterað um fíggjarstøðu Føroya og ikki minst um tann vanlukkuliga niðurskurðin av BLOKKINUM.
Símun Pauli hevur grein í bløðunum nú um dagarnar, har hann við tølum ávísur, at hesin niðurskurður higartil hevur kostað føroyska fólkinum hálva triðju milliard krónur, og nú ætlar nýggja fullveldislandsstýrið at skerja blokkin enn meira við heili 120 milliónum krónum avtrat, - aftur ein steinur oman á byrðu!
Vit hoyrdu í Útvarpinum dýra biðidag, at charmeururin Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, gramdi seg um, at ungir føroyingar lesa námsfrøði á alnótini og fara til Danmarkar til próvtøku og er hetta ein stór fíggjarlig byrða at ferðast fram og aftur. Sagt varð, at tað í løtuni lesa 26 næmingar námsfrøði á alnótini. Ein stórur fíggjarligur fyrimunur hevði verið at lisi í DK í staðin fyri í FR.
Kristina Háfoss landsstýriskvinna í mentamálum royndi sum frægast at greiða frá, hvussu komandi fíggjarlóg raðfesti, - livst so spyrt!
Kári P. Højgaard minnist sjálvandi, at Sjálvstýrisflokkurin var við í Fullveldissamgonguni, tá risastóri niðurskurðurin í blokkinum var framdur.
Vit eru mong, ið minnast kendu greinina hjá Torbirni Jacobsen í bløðunum eftir at blokkurin var niðurskorðin, har hann samanbar Høgna Hoydal við lítla "Messias" og í somu grein skrivar, at uppskotið um at niðurskriva blokkin við heili 366 milliónum krónum árliga og fastfrysta dýrtíðarreguleringina av restini av blokkinum í komandi tíð, kom frá "sheriffinum" í Klaksvík og kann hesin sheriffur bert vera Karsten Hansen fyrrverandi sýslumaður í Klaksvík, - táverandi og núverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum!
Nú tað aftur fer at sansa at í føroyska búskapinum, sum nógv tekin eru um, hevur Karsten Hansen neyvan nakran fullveldistrumf at rista úr ermuni hesaferð, sum hann hevði tá.
Nú situr hann harafturímóti við Svartaperi, hvussu hann so sleppur av við hann, fáa vit at síggja í komandi tíðum!
Sveiggini í føroyska búskapinum hava altíð verið ógvuliga sjónlig.
Í mínum lívi havi eg upplivað fleiri av hesum sveiggjum.
Mín fyrsti túrur til skips var við skonnart í Grønlandi, har vit fiskaðu frá skipinum við bátum, - hetta var í 1950 og minnist eg, at dagliga bleiv tosað um prísirnar, sum vit komu at fáa fyri saltfiskin, - um vit fingu 52 ella 54 oyru fyri kg, og tað endaði við, at vit fingu 53 oyru, - hampuligur prísur tá.
Hýran hjá mær fyri 5 mánaðir fiskarí var 1.800 krónur.
1.400 krónur blivu settar á bók í Sjóvinnubankan.
Ein dagin hoyrdi eg eitt graml um, at Sjóvinnubankin var við at fara á húsagang og skundaði eg mær til Havnar at taka tær 1.400 krónurnar út úr bankanum.
Dagin eftir fór bankin á húsagang - minnist meg rætt, var hetta í 1951.
Hvør tilkomin føroyingur minnist ikki tíðindini i Sjónvarpinum í Degi og Viku í 1992, tá tveir kendir føroyingar stóðu sum kánus á trappuni á veg inn í Fossbankan og komu til læstar dyr og lósu lítla seðilin á hurðini, har tað stóð, at bankin var fyribils stongdur.
Næsti maður, ið tók í hurðina, var Heri Mohr, ið læs sama seðil og minnist eg, at hann risti við høvdinum og segði: - "Hvat verður tað næsta?"
Stutt eftir hetta var Sjóvinnubankin fyri aðruferð insolventur meðan Føroya Banki helt sær flótandi eina tíð, tí hann hevði "Den Danske Bank" sum høvuðsánara og síðani fór føroyska fíggjarliga skriðan rættuliga á glið.
Úrslitið var m. a. at umleið 7.000 føroyingar máttu rýma av landinum og avlevera lykilin til sítt heim í Sparikassanum og har, sum onnur skuld var.
Flestu av hesum eru ongantíð afturkomin og eru í dag búsett uttan fyri Føroyar, - koma helst ongantíð aftur. Tey flestu settu búgv og klára seg væl.
Vónandi kemur tað ikki at ganga so gali hesaferð!
Kanska eru hesar viðmerkingar bert "gamlamannatos", sum nógv fólk, ið eg tosi við, lata meg vita.
Tað, sum eg vil við hesi grein er at vísa á, at vit eru mong, ið halda at tað er sera løgið, ófólkaligt og niðurgerandi at tey ráðandi ongantíð svara hesum skilagóðu fíggjarligu viðmerkingunum aftur hjá Hera og Símuni Paula. - Bert djúp tøgn!
Tøgnin er kanska eitt av teimum mongu serføroysku fyribrygdunum har danska Jantelógin trívist sera væl.
Vísast kann til skilagóðu Klummuna "Tøgnin rular" hjá blaðkvinnuni Dorit Hansen í seinasta vikuskiftisblaðnum í Sosialinum. Hon skrivar so beinrakið um tøgnina, sum vit føroyingar eru so óførir at goyma okkum aftanfyri.