Tíggju stig aftur til teir næstu

Fjarstøðan frá Brøndby og aftur til næstu kappingarneytarnar øktist í vikuskiftinum til tíggju stig, og hóast FCK er á sjeynda plássinum, so eru bara fýra stig fram til næstfremsta plássið

SUPERLIGAN

Í fjør kiksaði tað hjá Brøndby. Eftir at teir í vetrarsteðginum høvdu verið sannførandi oddalið, mistu teir fram móti sumrinum tryggu leiðsluna, og at enda eydnaðist tað FCK at vinna meistaraskapin.
Bólturin er framvegis rundur, og tað er framvegis teoretiskur møguleiki fyri, at okkurt annað felag enn Brøndby fer at vinna meistaraskapin, men tað er kortini torført, rættuliga torført, at ímynda sær annan meistara enn teir gulu og bláu.
Sunnudagin øktu teir fjarstøðuna til næstu kappingarneytarnar til tíggju stig. Brøndby var í Farum, og har vunnu teir 1-0 á FCN, sum er aftast. Hetta var tíggjunda ferðin á rað, at FCN fór av vøllinum uttan at hava vunnið, og hetta var fimta tapið hjá teimum í seks teimum seinastu dystunum. Næstsíðsta sunnudag taptu teir 7-1 í Odense. Í FCN siga teir seg væl kunna liva við tepra tapinum móti oddaliðnum, men støðan er einki serlig.
Hjá Brøndby er støðan góð. Teir hava marginalirnar á sínari síðu. Hetta var fjórða ferðin á rað, at teir vunnu 1-0. Tríggir av sigrunum hava verið í landskappingini og ein í steypakappingini. Í tveimum teimum seinastu dystunum hevur svenski Johan Elmander, sum annars hevur verið púra sørur, skorað. Hesa ferð skoraði hann einsamalla málið við frísparki, tá ið fimm minuttir vóru farnir.
At fjarstøðan øktist til tíggju stig komst av, at FCM, sum í langa tíð hevur verið á aldukambinum, hesa ferð tapti 2-1 í Aalborg. AaB var ikki sannførandi fyrstu umførini í hesum kappingarárinum, men nú hava teir av álvara sett kós móti toppinum.
Hóast teir taptu, so er FCM framvegis næstfremst. Heldur ikki hjá tveimum teimum næstu í røðini eydnaðist at fáa fulla úrtøku. Talan var um innanhýsis uppgerð millum nummar trý og fýra. AGF var á heimavølli móti OB, og inntil eitt korter var eftir, bendi alt á, at heimaliðið fór at vinna tryggan sigur. Tíggju minuttir eftir steðgin økti Stig Tøfting til 3-1 við brotssparki, men AGF megnaði ikki at halda tørn. Toppskjúttin í superliguni, Steffen Højer, skoraði tvey mál, og tað var um reppið, at OB í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fór avstað við øllum stigunum.
FCK var í Herfølge, har tað fyri fyrstu ferð í trimum umførum eydnaðist FCK at vinna. Úrslitið var 1-0, og tað var Peter Møller, sum skoraði einsamalla málið, tá ið tað restaði eitt korter. Hetta var fyrsta málið hjá Peter Møller í hesum kappingarárinum.
FCK er á sjeynda plássinum, men tað eru bara fimm stig fram til FCM og næstfremsta plássið. Hóast Michael Laudrup framvegis sigur, at hann roknar FCK at vera størstu hóttanina móti meistaraskapinum, so munnu teir í FCK í løtuni rokna tað meiri realistiskt at miðja eftir silvurkrónunum heldur enn eftir triðja settinum av gullkrónum á rað.
Esbjerg er nummar átta, men heldur ikki teir eru so langt frá silvurkrónunum. Esbjerg er bara eitt stig aftanfyri FCK. Hesa ferð vann Esbjerg 1-0 á heimavølli móti Randers. Uppflytararnir høvdu annars fingið stig í trimum teimum seinastu umførunum.
Viborg megnaði ikki at fáa fulla úrtøku móti uppflytarunum úr Silkeborg. Úrslitið var 1-1, og teir í Viborg vóru ikki so fegnir um brotssparkið, sum Silkeborg skoraði sítt mál uppá.