Tíggju fjallaklintrarar dripnir

Tíggju útlendsk ferðafólk vórðu fyrrapartin í gjár skotin í hel í norðurpakistanska býnum, Gilgit, tá ókendir vápnaðir menn søktu at einum gistingarhúsi í býnum.

Ferðafólkini vóru fjallaklintrarar, sum vóru ávegis at fara upp á Nanga Parbat, sum er heimsins níggjundahægsta fjall.

Gerningsmenninir tóku til rýmingarnar, eftir at hava skotið ferðafólkini, og sum skilst, hevur ein víðgongdur bólkur, Jundullah, tikið á seg skyldina fyri drápini.

AFP-tíðindastvan skrivar, at teir tíggju fjallaklintrararnir vóru úr Kina, Russlandi og Ukraina, og í minsta lagi ein klintrari úr Kina skal vera komin frá skjótingini við lívinum.