Tá fjølmiðlar eru gáloysnir

– Hvar er markið fyri, hvussu fólk kunnu heingjast út fyri lóg­ar­brot?

Hesin spurningurin varð reist­ur, eftir at pol­i­ti­ið mik­u­dag­in sendi út sjón­banda­upp­­tøku, sum vísti nakr­ar smá­dreingir, sum stjólu okk­urt uttan fyri onkra­n handil.

Á redaktiónini í Miðl­a­hús­i­num varð hendan sjón­banda­upp­tøk­an vald frá, tí vit hildu tað ikki vera tíðindi í sjálv­um sær, at politiið hevur fing­ið sjónbandaupptøkur – um tað ikki er ein nevniverd brots­gerð, sum er framd.

Vit valdu at spyrja poli­ti­ið nærri um hetta, men har var eingin, sum kundi greiða okkum frá, um nakað nevn­i­vert brotsverk varð framt.

Men í øðrum miðlum – teim­­um sum vit plaga at kalla kop­i­portalar – vóru hetta stórtíðindi. Kopi­por­tal­ar nevna vit teir, har einki red­ak­ti­o­nelt filtur er á.

Í hesum føri fara hesi »tíð­indi« beint ígjøgnum og verða al­mann­a­kunn­gjørd utt­an at nakar kritiskur spurn­ing­ur verður settur.

Tað er ein trupulleiki, tá miðl­ar, sum fólk kanska taka ser­i­øst, púra kritikleyst koyra alt út, sum verður sent teim­um – tá hol beinleiðis er í­gjøgn­um, har ein redaktión eig­ur at vera.

Í Kringvarpium, sum held­ur ikki tók hesi tíðindi upp, vísti Jógvan Páll Lass­en, ad­­vo­katur, vandan við at heingja fólk út við liv­andi mynd­um, sum einki nevn­i­vert brots­verk hava framt.
Hann vísti á, at politiið so­leið­is setir rættartrygdina í vanda við at heingja fólk út fyri smáting.

Hvat politiið ger er so eitt. Men tað er ikki í lagi, at fjølmiðlar ókritiskt bera slíkt víðari uttan at seta kritisku spurningarnar.