Týdningarmiklir venjingardystir ímóti Finnlandi (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við landsliðsvenjaran hjá manshondbóltslandsliðnum, Sonni Larsen

 

Føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir í morgin klokkan 14 og sunnudagin klokkan 10.30 tveir venjingardystir ímóti finska manslandsliðnum. Báðir dystirnir verða spældir í Helsinki.

 

Í samband við ferðini gjørdi hondbóltsreportarin hjá FM1 og in.fo, Sjúrður H. Hoydal eina samrøðu við landsliðsvenjaran, Sonni Larsen sum staðfestir, at talan er um tveir týdningarmiklar landsdystir sum fyrireiking til EM-undankappingardystirnar ímóti Montenegro 24. oktober og Danmark 27. oktober.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Sonna Larsen. Ljóðgóðskan er nakað skerd. 

 

16 mans eru úttiknir til venjingarleguna, men hópurin kann broytast nakað til landsdystirnar seinni í mánaðinum.

 

Hópurin:

Nicholas Satchwell, Neistin

Hørður Trygvason, H71

Tróndur Kragesteen, Neistin

Peter Krogh, H71

Vilhelm Poulsen, H71

Brandur Halgirsson, H71

Sjúrður Olsen, VÍF

Vilhelm Vilhelmsen, Team Klaksvík

Hans Eli Sigurbjørnsson, KÌF

Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger HB

Kjartan Johansen, Viking Stavanger

Rói Berg Hansen, FIF

Friði Hammer Weyhe, Aars

Jónas Gunnarson Djurhuus, HØJ

Rókur Akralíð, Kyndil

Rógvi Dal-Christiansen, Kyndil