Týdningarmikil gransking

Í tíðindaskrivi í gjár varð upplýst, at nevnd fyri vælferðargranskingarætlan undir Norðurlandaráðnum skipar fyri ráðstevnu í Føroyum um gransking innan sosial-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti í útnorðri. Í tí sambandi verður almennur pallborðsfundur í Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 3. september kl. 13. Við pallborðið verða norðurlendskir og føroyskir granskarar, umboð fyri vælferðargranskingarætlanina undir Norðurlandaráðnum og føroyskir politikarar. Ráðstevnan er partur av einari fimm ára vælferðargranskingarætlan, sum Norðurlandaráðið setti í verk í ár 2000. Á ráðstevnuni, sum er fyri innbodnum, luttaka granskarar, sum granska í sosial-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarviðurskiftum og onnur við serligum tilknýti til hetta øki.

Endamálið við ráðstevnuni í Føroyum er at eggja til gransking í sosialum og heilsuligum viðurskiftum í útnorði við tí fyri eyga at skapa vitan um, hvussu samfeløgini eru skipað, at gera samanberingar møguligar og harvið skapa eitt haldgott støði í orðaskiftinum um vælferðarskipanir og vælferðarpolitikk.

Tað er alkunnugt, at hugsjónin um norðurlendska vælferðarsamfelagið hevur ført til, at Norðurlond eru millum tey lond í heiminum, har fólk hava tað best, um samanborið verður við onnur lond kring heimin. Hetta merkir als ikki, at øll hava tað gott, og at tað ikki er neyðugt við støðugum ábótum og dagføringum. Tað er eisini greitt fyri teimum flestu, at norðurlendski vælferðarmyndilin er undir trýsti frá høgravendum politiskum flokkum. Hartil kemur, at sosialdemokratisku flokkarnir eru farnir at endurskoða sína støðu til vælkenda norðurlendska vælferðarmyndilin. Vælferðarsamfelagið er snøgt sagt vorið ov dýrt, samstundis sum tey, sum skulu gjalda fyri vælferðina gerast alt færri og færri. Her er sostatt eitt øki, har stórur tørvur er á vitan, og hesa vitan fáa vit bert frá gransking. Vælferðargransking er tí eitt sera týdningarmikið og viðkomandi granskingarevni.