Nú er aftur ráðstevnutíð. Her heima og í útlandinum. Neyvan nakað fólk og
nøkur tjóð man verða so væl umboðað á ráðstevnum sum vit. Onkur vil helst
siga, at inflatión er komin í hetta at vera við á ráðstevnum. Onnur vilja
siga, at hetta hevur alstóran týdning, tí á henda hátt eru vit við til at
menna okkum og halda okkara vitan við líka. Hetta hevur nakað við at
varðveita okkara fakliga førleika á øllum økjum og ikki minst er tað ein
týðandi súla undir demokrtiinum og tað at vera eitt framkomið land.
Júst í hesum døgum luttaka føroyingar á tveimum týðandi ráðstevnum í
útlandinum. Umboð fyri stovnar og fyritøkur eru við á veðurlagsráðstevnu í
Keypmannahavn. Hóast mong halda, at vit muna so lítið, tí vit eru so fáment,
so er hetta ikki so. Vit muna eisini sum partur av eini størri heild. Vit
eiga at kenna ábyrgd ikki bert av okkum sjálvum men eisini sum partur av
einum størri heimi. Okkara geografiska støðu setir so sanniliga eisini krøv
til okkum, tá tað snýr seg um veðurlagið, um alternativar orkuhættir, um
burðadygga vinnu osfr. Hetta er alt nakað, sum er tætt knýtt at hvørjum
øðrum og hvørs framtíð eisini er úrslit av teimum gerðum og avgerðum vit
taka.
Tað er gleðiligt, at stovnur sum SEV tekur spurningin um veðurlagið og
alternativar orkuhættir í álvara. Tað er alla æru vert og skulu vit her geva
SEV-leiðsluni tað rós hon hevur uppiborið. Harvið eru ikki aðrir stovnar og
fyritøkur so sum Havstovan, Bitland og onnur gloymd. Øll hesi hava týdning.
Tykkara áhuga og innsatsur er eisini við til at gera vanliga føroyingin
meira bevístan um hesi týðandi mál.
Ein onnur ráðstevna, sum verður hildin í hesum døgum, er altjóða
oljuráðstevnan í Aberdeen, har kolvetni eru á breddanum, men eisini har
verða týðandi tættir í sambandi við veðurlagið og framtíðar loysnir her
umrødd. Tað er ikki minst umráðandi, at tey, sum í dag vara av og standa á
odda innan olju- og gassframleiðslu gera íløgur í eina minni dálkandi
framtíð. Føroyingar eru eisini við í Aberdeen. Fyri at læra og fylgja við.
Men eisini fyri at marknaðarføra okkara landgrunn, sum møguliga goymir
kolvetni. Soleingi olja og gass eru so týðandi partur av okkara forbrúki og
tørvi, eiga eisini vit at kanna, um hesin tørvur kann nøktast við ráevnum úr
okkara undirgrund. Vitandi at stóri bretski heimamarknaðurin hungrar eftir
gassi til gerandisbrúk í milliónum av húsarhaldum, so eiga vit sjálvandi at
vita, um okkara undirgrund goymir eitt nú gass, sum so kann gera okkum minni
bundin at fiskastovnunum, sum vit tíverri síggja verða og hart troyttir í
mongum førum. Kann ein olju- og gassídnaður her taka trýstið av ovveiðuni
eftir hart troyttum fiskastovnum, so er eisini nógv vunnið her. So vit eiga
at slíggja alt hetta í samanhang.
Hetta eru viðurskifti og mál, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru partur av
ráðstevnum, sum vit luttaka á. Tað er ikki altíð tú kemur heimaftur við
ítøkiligum úrslitum, men nakað situr eftir í bakhøvdinum, slik luttøka gevur
tær, tíni fyritøku ella stovni og í síðsta enda tínum landi nakað
virðismikið – eina barlast.