Dálkingin er stór, og tað er eingin ivi um, at eisini vit føroyingar gjøgnum mong ár hava ov líkaglaðir við, hvar burturkastið fór. Tað eru jú ikki so mong ár síðan, at vit høvdu opna brenning á ruskplássum, og í mongum føri varð burturkast bara stoytt fyri bakkan.
Tá skeljatrolarin Norðheim hin 8. oktober í ár dreggjaði eystan fyri Nólsoynna, fingu teir dekkini, sum vit síggja á hesi myndini, ið Poul Johannes Simonsen hevur tikið, við í hálinum. Hol vóru í dekkunum, so tey hava óiva hingið við ein bryggjukant.
- Tað kundi verið áhugavert at vita, um dekkini stava úr miðstaðarøkinum, verður sagt á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen - www.jenskjeld@info. Hví tað er so áhugavert, um dekkini júst stava úr miðstaðarøkinum, verður einki sagt um.
Hinvegin kunnu vit øll vera samd um, at eisini vit føroyingar - so fáment vit enn eru - hava dugað væl at dálkað okkara náttúru, bæði á landi og sjógvi. Hetta hendir bæði í miðstaðarøkinum, men so sanniliga eisini kring um í landinum annars.