Tá arbeiðskonan hjá pólfaranum Freuchen helt 100 ára dag í Vági

Fríggjadagin 17, mars 2006 fylti Johanna Maria Olsen í Vági 100 ár. Nógv var gjørt burturúr degnum, tó at miðlar ikki stóðu í bíðirøð at hitta Hanne Miu, sum hoyrir nakað illa, men annars er birg og púra klár. Tá hon var arbeiðskona hjá kenda pólfaranum Peter Freuchen á sinni, mundi hann ikki gruna, at hon fór at halda sín 100 ára dag meira enn fimti ár eftir, at hann legði árarnar inn

Dagurin byrjaði við, at skúlabørn og dagstovnabørn møttu uttanfyri húsini hjá Hanne Miu, ið kom út at heilsa mannamúgvuni.
Klokkan 15 var so almenni part­urin av degnum. Umboð fyri kommunu, landsstýrið, ríkis­umboð, løgtingsmenn og vinir og næstringar heiðraðu Hanne Miu í fullsettum VB-húsi.
Løgmaður Jóannes Eides­gaard, Hans Pauli Strøm, lands­stýrismaður í heilsumálum og vág­bingur, Jacob Vester­gaard, lands­stýrismaður í inn­lendismálum, ríkisumboð og løgtingsmenninir í bygdini vóru komnir at heilsa Hanne Miu og fleiri teirra bóru fram røður.
Kirsten Strøm Bech, borgar­stjóri í Vági, beyð vælkomin. Síðani hildu almennu umboðini røður. Løgmaður tók skemtiliga til, at tað hann visti, so fylla 6 føroyingar 100 ár í ár. Men bert ein av hesum seks er mannfólk, og tað segði løgmanni so mikið, at: ..lívið er harðari við okkum mannfólk, hugleiddi løgmaður skemtiliga.
Hans Pauli Strøm røddi eis­ini og tosaði m.a. um stóru broytingarnar, ið tíðin hevur við sær. Hergeir Nielsen, løg­tingsmaður, heilsaði gummuni og eisini hann hevði m.a. tíðar­broytingarnar á lofti.
Fødd fyrst í farnu øld
Hergeir vaks upp í grannalagnum, á garðinum, sum sagt verður. Tí nevndi hann Hanne Miu gumman, tí tað gjørdu øll børn har á garðinum.
Hergeir nevndi m.a., at hon er fødd árið eftir, at VB er stovnað og sama ár, sum fyrsti bankin í landinum, Føroya Banki, er stovnaður. Hanne Mia var stór smágenta, tá fyrri heimsbardagi brast á og nærum 40 ár, tá seinni heimsbardagi endaði. Hanne Mia er javngomul við floksbýtið á tingið, tá tað bleiv tvíbýtt millum sjálvstýri og samband í 1906. Og hon er javngomul við málaran Mikines, sum doyði fyri nærum mansaldri síðani, og Hanne Mia var 50 ár, tá ÚF varð sett á stovn, segði Hergeir m.a. í røðu síni.
Tænti hjá heimsstjørnu
At Hanne Mia megin partin av lívinum hevur búð í Vági, og enn býr heima í egnum húsum í Vági, gjørdi helst, at fjølmiðlar ikki stóðu í bíðirøð at heilsa hesi frísku og birgu 100 ára gomlu kvinnu, ið veit nógv at siga frá, tí Hanne Mia er púra klár og røsk at greiða frá.
Suðurrás fekk tó orð á Hanne Miu í sendingini Viðurgerði, og greiddi hon millum annað frá, tá hon var arbeiðsgenta hjá heimskenda pólfaranum Peter Freuchen, ið eisini gjørdist kendur høvundur og filmstjørna; ein legenda. Hon mintist hendan stór­mannin við sínum træbeini og fullskeggi. Træbein hevði hann orsakað av einum frostskaða. Hann var vinmaður hin minst líka kenda pólfaran Knud Rasmusen.
Hanne Mia greiddi frá, at hon mintist kríggini bæði. Og sjálvandi mintist hon eisini ógvusligu ristingarnar í Vági í sekstiárunum. Hetta var óhugna­ligt, greiddi hon frá, tí slíkar ristingar eru ikki vanligar á okkara leiðum, og hon, eins og aðrir suðuroyingar, fór norðeftir.
Kongabrúgvin
Tá hon fyrstuferð vitjaði í Havn, væntaði hon sær at síggja eina vakra brúgv; Kongabrúnna. Men hetta varð, sum vituligt er, eitt skuffilsi, tí lítið kongaligt mundi vera við Kongabrúnni, samanborið við tað, ið hon hevði hugsað sær.
Hanne Mia segði seg bert hava góð minnir og lívið er farið við tí triviella.
 Om 100 ár er alting glemt, endaði Hanne Mia samrøðuna.