Tá 4. statsvaldið fór á heysin

Hvussu skal fjórða stats­valdi­ð klára at ans­a eft­ir makt­hav­­ar­­­u­num, tá tað ikki megn­ar at ansa sín­­um egna penga­kassa?

– Vit hava víst á yvir fyri mynd­ug­leik­a­num, at vit mangl­a peng­ar, og tað sær ikki út til, at nak­ar vil geva okk­um pengar.
Orðini eigur Dia Mid­jord, kring­varps­stjóri, í út­varp­i­num í gjárkvøldið.
Ein slík útsøgn frá ein­um stovns­leið­ara boð­ar ikki frá góð­um, tí hetta er ein himm­al­róp­andi fall­itt­er­kler­ing, tí ein stjóri kann ong­an­tíð sita og bíða, til »onk­ur kem­ur við pengum«.
Men hetta vísir, at Kring­varp­ið hevur koyrt við full­ari ferð – vitandi um, at kass­­in er tóm­ur, og at tey bara hava rokn­að við, at »onk­­ur fór at koma við peng­um«.
Altso heilt erligt Dia Mid­jord og Rúni Hein­e­sen! Hava tit als einki skil fyri, hvussu eitt virki skal rek­­ast? Sum stjóri og sum for­­mað­­ur, so er tað tykkara fremsta skylda alla tíðina at hava fing­­u­­r­­in á puls­i­num og fylgja við fíggj­ar­ligu gongd­­ini. Man kann ikki sita púra ó­vit­andi og bíða, til eing­ir peng­­ar eru eft­ir at gjalda rokn­­ing­­ar­­nar við. Man kann ikki bíða og rokna við, at »onkur fer at betala«. Tað er sim­pult­hen for býtt, tí so endar tað við, at alt fer á heysin!
Tað kann gott vera, at land­ið má taka um end­an í Kring­varp­i­num, sum Dimma­lætt­ing sig­ur í odda­grein í gjár. Dimma tos­ar um am­pu­ter­aða fjórða stats­vald­ið, sum ikki ork­ar at ansa eftir makt­­hav­ar­a­num.
Men hvat nyttar eitt fjórða statsvald, sum ikki megn­­ar at ansa eft­ir sín­um egna peng­a­­kassa? Tað máttu tey á Dimmu vit­að, sum sjálvi søpl­aðu 30 mill­i­­ó­n­ir burt­ur av eg­­i­n­­ogn­­ini – utt­an at tað fekk av­leið­ing­­ar fyri leiðsluna!
Sjálvt fjórða statsvaldið má hyggja í seg sjálvan við­hvørt – og spyrja sjálvan seg: Dugi eg nú so óluksáliga væl, sum eg sjálvur haldi?