Systrar sýna fram innaru sjónir

Klokkan 17 í dag fríggjadag letur ein orginal framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík

Klokkan 17 í dag fríggjadag letur ein orginal framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru systrarnar Tove Simonsen og Poula Eidesgaard, sum fyri allarfyrstu ferð sýna fram málningar. Og frammanundan eru tær nokk so sárbærar. Máliningarnir hava til dagin í dag verið heilt privatir og eru vorðnir til heima hjá teimum og nú vága tær lopið at vísa almenninginum.

 

- Málningarnir eg sýni fram er nakað sum eg havi upplivað og er mála í proses yvir langa tíð, sigur 50 ára gamla Tove Simonsen, sum er námsfrøðingur og er júst útbúgvin sum psykoterapeutur.

 

- Fyri meg er at mála ein tilgongd. Eg kann ikki mála penar málningar, fyrr enn eg sjálv eri komin inn í tað pena, og har eri eg ikki enn, sigur hon.

 

Poula málar fyri at fáa ró yvir tað kaotiska í lívinum. Hon er 53 ára gomul eg eins og systurin og psykoterapeutur og arbeiðir dagliga sum leiðari á barnagarðinum Inni á Gøtu i Hoyvík.

 

- Fyri meg er at mála eisini at stilla tankarnar. Ting sum eru óskipaði kunnu gerast meira skipaði, tá ið eg arbeiði við einum málningi. Tá ið eg havi funnið eitt úttrykk, má eg stríðast við penslinum, fyri at fáa heildina til at passa. Eg má eisini ansa eftir, ikki at læsa meg fastan, tá ið tað riggar og læra meg kynstrið at steðga. Og hetta er júst tað sama, sum hendur í gerandislívinum hjá mær, sigur Poula Eidesgaard.

 

Framsýningin er opin í dag klokkan 17-20. Leygardagin og sunnudagin 14-20. Mánadagin og Týsdagin 17-20.