Tað eru nøkur túsund fólk, ið koma saman í Gøtu, meðan G! Festivalur er, og tað setur sjálvsagt krøv til trygdina. Vit hittu nøkrum av vaktunum, tá teir høvdu eina lítla fríløtu og fingu sær ein ís.
Vaktartoymið í Syðrugøtu telur 35 fólk í ár, og vaktartoymið er býtt upp í tvey: Tey, ið vara av inngongdunum, og so tey, ið hava við trygdina at gera annars.
- Høvuðsuppgávan hjá okkum er at syrgja fyri, at fólk koma væl frá konsertunum. Fólk skulu ikki detta ella sláa seg, og annars halda vit eyga við, at tey uppføra seg pent, sigur hann.
Tað er serliga fremstu tvær røðirnar, ið vaktirnir mugu halda eyga við.
- Trýstið kann verða eitt sindur stórt heilt har frammi, so tað er har, at vit halda eyga við fyri tað mesta. Har var til dømis eitt moshpit í gjár, men tey í moshpitinum ansaðu eftir hvørjum øðrum, so vit gjørdu ikki so nógv við tað. Vit vóru hjá og hildu eyga við, og tey sóu út til at hava gott, sigur David.
Tað plagar annars at vera leygardag, at vaktirnir hava mest um oyruni. Fólk hava verið á festivali í nakrar dagar, okkurt kanska drukkið hesarar dagarnar, og so tykjast tey at fáa meira orku aftur, tá tey vita, at tað er seinasti dagur á festivalinum.
David væntar tó ikki, at tað verður tað heilt stóra hjá teimum at fáast við í kvøld.
- Veðrið hevur verið so gott, og fólk eru í so góðum lag, so hetta verður bara heilt fínt, sigur hann.