Syngur um tá níggju børn mistu foreldrini í vanlukku

Nýggjur sangur frá Marner av Lofti kom út í dag. Hoyrið sangin her!

Marner av Lofti. Hoyrið sangin við at trýsa á pílin niðanfyri

##med2##

 

Marner av Lofti við nýggjum sangi. Sangurin »Særd« kemur út í dag.

 

Marner av Lofti er føddur og uppvaksin í Tórshavn. Marner hevur verið virkin tónleikari í meira enn 30 ár, og er í Føroyum helst mest kendur sum ein fjórðingur í bólkinum »4«, sum fyri nøkrum árum síðani gav út fløguna »Her er Løtan«.

 

Marner, sum hevur búð í Danmark í 30 ár og hevur gjøgnum árini skrivað og givið út fleiri føroyskar sangir. Marner er dag virkin tónleikari í Danmark.

 

Ein nýggjur sangur er nú á veg frá Marneri.

 

Sangurin er skrivaður við støði í eini vanlukku, sum fór fram í Havn í 1969. Har misti nýggju børn foreldur síni – nærmast í somu løtu. Yngsta barnið var 6 ár, elsta 20.

 

Í sanginum er tað eitt ella fleiri av børnunum, sum nú eru vaksin, ið minnast aftur á hesa vanlukku, ið rakti familju teirra so meint. Sangurin er eisini søgan um, at tey nærmastu standa saman og hjálpa, tá harðast leikar á.

 

Marner og Kemm Poulsen, sáli, hava skrivað orðini, og Marner hevur gjørt lagið.

 

Hans Poulsen hevur framleitt. TUTL gevur sangin út í dag.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra sangin.

 

Marner av Lofti. Hoyrið sangin við at trýsa á pílin niðanfyri