Á hvítusunnu í fjør varð Nýggja Sangbók við undirheitinum Guds Fólks givin út. Nú man hon verða nýtt í flestu brøðrasamkomunum í Føroyum og aðra staðni eisini.
Í Siloa í Fuglafirði hava tey eitt sunnukvøld hvønn mánaðin síðani í heyst gjørt burturúr at syngja úr sangbókini. Eitt slíkt tiltak verður aftur sunnukvøldið klokkan 19.
Hesaferð fara Randi og Símun J. Hansen og onnur úr Nebo á Toftum at stuðla teimum í Siloa í Fuglafirði í sanginum.