Uppskotini sum komu inn til arkitektakappingina um miðbýin í Havn verða nú sýnd alment fram í Müllers Pakkhúsi. Vinnarin gjørdist arkitektagreipan, ZETA architects, við Ragnari Zachariassen og Søreni Yde Jensen.
Sjey uppskot komu inn, og verða tey nú sýnd fram á almennari framsýning, sum byrjar í morgin fríggjadagin 30. mai kl.15 í Müllers Pakkhúsi.
Opið verður gerandisdagar millum kl.15 og 18.
Mentanarnáttina 6. juni verður longur opið. Framsýningin endar 7. juni.
Umframt heiðurin fekk vinnandi uppskotið 350.000 krónur. Dómsnevndin mælir samstundis til, at felagið ZETA architects verður tengt at kommununi sum ráðgevi í framhaldandi arbeiðinum at menna miðbýin í Havn.