Symfoniorkestrið Jógvan og Nicolina heiðrað

Virðislønir M. A. Jacobsens vórðu handaðar í Müllers Pakkhúsi í gjárkvøldið, og tað vórðu Føroya Symfoniorkestur, Nicolina Jensen Beder og Jógvan Isaksen, ið fingu heiðurslønirnar

Tað vórðu í ár handaðar tríggjar heiðurslønir í Müllers Pakkhúsi. Nevndin metti ikki í ár, at nøkur bók var til heiðurin Fagrar bókmentir, og tað kemur fyri, at ikki allar fýra heiðurslønirnar verða givnar.

Tað var Nicolina Jensen Beder, ið fekk Virðirløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2011 fyri bókina SEYÐUR ULL og TØTING.

Í grundgeving síni sigur nevndin soleiðis:
»Nicolina hevur við nærlagni, persónligum innliti og hollari rannsakan lýst tilvirking úr skinni og ull úr søguligum og siðsøguligum sjónarhorni.
Hennara eldhugi og hegni at seta sín dám á hetta megnarverk. Eitt verk av alstórum týdningi, tí tað sigur frá einari tilverutýðandi og siðvandnari framleiðslu, sum er um at fara í søguna.
SEYÐUR ULL OG TØTING gevur samtíðini og eftirtíðini møguleika at kunna seg við siðbundna stovnsrøkt og tilvirking úr skinnni og ull«.

Jógvan Isaksen fær Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik 2011 fyri virki hansara til frama fyri føroyska bókaútgávu.
Nevndin sigur:
»Jógvan hevur seinastu mongu árini staðið á odda í Mentanargrunni Studentafelagsins, sum er vorðið rættiligt forlag í tann mun tað ber til í Føroyum.
Mentanargrunnur Studentafelagsins gevur bókamarknaði okkara breidd og dýpd, sum høvir fólkaræðisligum hugsunar-, talu- og prentfrælsi. Undir leiðslu Jógvans hevur føroyska almennið fingið ein hóp av týðandi samtíðarbókmentum«.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2011 verður latin Føroya Symfoniorkestri.
Grundgevingin er henda:
»Í eini aldargamlari kvæðamentan og eini livandi sangmentan hevur Føroya Symfoniorkestur við nýhugsan savnað føroysk børn til tónleikaligar heildarupplivingar.
Føroya Symfoniorkestur er ein fongur og hevur prógvað sín alstóra týdning fyri ta tónleikaligu meningina.
Okkara symfoniorkestur hevur við konsertum fyri barnagørðum og skúlum og sínum beinrakna tónleikaúrvali loftað teimum yngstu áhoyrarunum kring alt landið.
Jóla- og familjukonsertirnar við evnaríkum tónleikarum og spentum, syngjandi børnum geva afturljóð í jólahugnanum«.

Tað var Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini, sum bjóðaði vælkomin, áðrenn Tórshavnar Kamarkór sang. Síðani handaði Heðin Mortensen heiðurslønirnar, ein strúkikvartett hjá Føroya Symfoniorkestri spældi eitt lag, áðrenn fullsetta Müllers Pakkhús var karmur um ábit.