Fyrsti veruligi føroyski rappbólkurin nakrantíð, Swangah Dangah, hava givið næsta staklagi út. Tú kanst hoyra lagið her. Talan er um eitt ballingarlag, sum ikki hevur sæð sín líka í Føroyum áður. Ógvuliga sigandi hevur bólkurin valt at kalla tað »Sprutt Akutt«.
Swangah Dangah hevur síðani vár arbeitt við eini fløgu. Fløgan kemur út 4. november og ber heitið »Belials synir«. Eitt heitið við bíbilskum tilsipingum og sum liggur rættiliga langt frá »Sprutt Akutt«.
Bólkurin fekk sítt gjøgnumbrot í summar, tá teir spældu eina minniliga konsert á spæliplássinum á G!. Síðani hevur bólkurin spælt í eitt nú Rex í Havn, Club 700 í Klaksvík og Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Fyrr í ár gav bólkurin fyrsta staklagi út, sum var »Frá bygd til bý«. Hetta varð sera nógv spælt í loftmiðlunum, umframt at lagið er spælt omanfyri 16.000 ferðir á YouTube.
Staklagið »Sprutt Akutt« ber til at hoyra við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.