Leygarkvøldið tann 31. mars skipar FO Invasion fyri dupultkonsert í Føroyahúsinum fyri ein ungdómligan penga. Gipsy Train er annar bólkurin, sum er at undirhalda við sokallaðum gipsy-rock. Teir eru serliga kendir fyri sín livandi forsangara, Bárður Næs, og fyri fjølbroytt ljóðføri og nógvar persónar pallinum. Ársins bólkur 2011 Swangah Dangah við Steen Lorentzen og Ragnar Davidsen fara at rappa í gjøgnum við beinraktum og undirhaldandi tekstum. Eisini er dj Brynjolfur boðin at diska. Atgongumerkið er samstundis ein lutaseðil til Summarfestivalin 2012, sum saman við Norðurlandahúsinum og Føroya Bjór eiga stóra takk fyri at tiltakið er áhugavert fyri ung á flatlondum. Tiltakið í Føroyahúsinum byrjar kl. 23, boða fyrireikarnir frá.
Kelda FO Invasion.
Myndaklipp: Bárður Dal Christiansen










