Fyrradagin svam ein grindahvalur inni í Oyndarfirði, heilt aleinaður. Men hann var ikki aleinaður serliga leingi, tí tveir fuglfirðingar gjørdu av at fara og svimja við hvalinum, tá teir frættu um hetta.
– Ein vinmaður úr Oyndarfirði fortaldi mær, at ein hvalur svam runt inni í Oyndarfirði. Hetta var akkurat tá, ið bátarnir skuldi møta í Skálafirði, sum eg ætlaði at fara til, fortelur Tórik Ábraham Rouha, sum so spurdi vinmannin Jógvan Ingvar Olsen, um hann ikki hevði hug at fara og svimja við einum hvali í staðin fyri at fara á Bátastevnu.
– Tað var ein nemm avgerð, so vit fóru at vita, um vit kundu svimja við hvalinum, fortelur Tórik.
– Men nú høvdu vit ongan bát, tí hann lá í Skálafirði. Men tað var einki problem, tí vinmaðurin úr Oyndarfirði skaffaði bát, sigur hann.
Teir fóru so til hvalin.
– Vit steðgaðu nakað frá hvalinum og svumu so rest til hann. Í byrjanini er man altíð sindur varin, tí man veit ikki, hvussu eitt vilt djór fer at reagera. Men nú er hetta ikki fyrstu ferð, at vit hava svomið saman við hvalum, sigur Tórik, sum hevur roynt hetta fyrr.
– Men vit sóu beinavegin, at hann var slett ikki bangin fyri okkum. Hesin hvalurin var nakað heilt serligt. Hann kom ofta yvir til okkum, svam runt um okkum og vendi ofta ímóti okkum og var undir okkum. Eina ferð tók eg í hornið, men tað tímdi hann ikki, greiðir Tórik Ábraham Rouah frá.
Teir filmaðu svimjitúrin, og tú kanst síggja, hvussu tað gekk her:
##med2##
Eisini filmaðu teir við dronu:
##med3##











