Songkvinnan Sheryl Crow hevur nú fingið váttað, at hon hevur ein svull í heilanum, og hon stúrir fyri, at hann er komin orsaka av at tosa í fartelefon.
Fyrst kláraði Sheryl Crow seg ígjøgnum krabbamein í bróstinum, og nú hevur hon fingið váttað, at ein svullur eisini er í heilanum.
Songkvinnan er tó sera fegin um, at svullurin í heilanum ikki er óndartaður. Kortini hevur hon fingið trupulleikar av honum.
- Eingin av læknunum vil vátta tað, men eg haldi, at svullurin er komin orsaka av, at eg tosi í fartelefon í fleiri tímar um dagin, sigur songkvinnan við OK! Magazine.
Sheryl Crow hevur hesa hugsanina, tí svullurin er beint við síðuna av oyranum, sum hon vanliga nýtur til at tosa í fartelefon við.
Við OK! Magazine sigur songkvinnan, at hon fekk illgruna um, at okkurt var í ólagi, tá ið hon byrjaði at gloyma síni løg á pallinum.
Samstundis sigur songkvinnan, at tað var ein sera skelkandi løta, tá ið hon fekk at vita, at enn ein svullur var komin. Songkvinnan fekk staðfest bróstkrabba í 2006, men er frísk av hesum í dag.










