Tað eru »bara tímar«, til Svøríki verður limur í vesturlendsku hernaðarsamgonguni Nato.
Soleiðis siður ungarnski uttanríkisráðharrin, Peter Szijjarto, sum á sosialum miðlum hevur deilt dagføringar um túr sín til Washington D. C., har ungarsku góðkenningarpappírini skulu latast inn.
Ungarn var síðsta limalandið, sum eftir drúgva svenska bíðitíð góðkendi svensku umsóknina.
Í gjár legði Szijjarto so eina mynd út av flogvøllinum í Budapest.
– Góðkenningarskjalið er skjótt á veg, skrivaði hann og deildi myndina, har vit síggja ráðharran við eini mappu í hondini á veg úr einum bili.
Umleið klokkan 04 í morgun deildi ráðharrin myndir av, at hann er lendur í Washington D.C.
Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, eins og uttanríkisráðharrin, Tobias Billström, eru farnir til amerikanska høvuðsstaðin.
Í kalendaranum hjá amerikanska uttanríkisráðnum sæst, at Kristersson hevur fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken, í dag klokkan 11.15 lokala tíð. Tað er klokkan 16.15 okkara tíð.
Tá Ungarn hevur latið inn skjølini, kann Svøríki »skjótt« lata amerikonsku stjórnini innlimingarskjølini, skrivar svenska SVT, sum fer at gera landið til 32 Nato-limalandið.
Sambært miðlinum er eisini ungarnski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, í Washington D. C. Hann skal møguliliga lata inn ungarsku skjølini tíðliga seinnapartin í dag okkara tíð.
Longu í gjár visti TT at siga, at Nato væntar, at Svøríki verður limur í Nato í dag.
Tað krevur góðkenning frá øllum Nato-londum, at eitt nýtt land kann gerast limur í samgonguni. Men bæði Ungarn og Turkaland hava staðið í vegin fyri, at Svøríki kundi gerast limur í verjusamstarvinum.
Tjóðartingið í Turkalandi góðkendi svensku umsóknina í januar.
Turkiska drálanin skyldast, at Turkaland heldur, at Svøríki hevur hildið hondina yvir limum í Kurdiska Arbeiðaraflokkinum PKK, sum er á yvirgangslistanum hjá ES.
Nýggi forsetin í Ungarn skrivaði týsdagin undir góðkenningina av svenska Nato-limaskapinum.
Ungarn hevur áður víst sína ónøgd við, at Svøríki hevur funnist at landsins stjórn fyri ikki at hava hildið rættarstatsprinsipp.
/ritzau/