Svøríki er nú alment limur í Nato

Á fundi millum svneska forsætirsráðharran og amerikanska uttanríkisráðharran er Svøríki endalig vorðið limur í Nato.

 

Antony Blinken hevur í dag fingið innlimingarskjølini hjá Svøríki undir einum hátíðarhaldi í amerikanska samveldishøvuðsstaðnum, Washington D. C. Skjølini fekk hann frá svenska forsætismálaráðharranum,  Ulf Kristersson. - Foto: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix

Svøríki er í dag alment vorðin limur í Nato sum 32. limur í verjusamgonguni á hátíðarhaldi í Washington D. C. 

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Undir hátíðarhaldinum luttók svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, og amerkanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken.

Kristersson hevur – reglarnir siga – latið USA sevnsku innlimingarskjalið. Skjalið varð fyrr í dag undirskrivað av svenska forsætisráðharranum.

– Hetta er ein søgulig løta fyri Svøríki, fyri samgongu okkara og fyri tvøratlantisku viðurskiftini, segði Antony Blinken sambært Reuters.

Nato aðalskrivarin Jens Stoltenberg vísti á, at Svøríki framyvir fer at verða vart av musketéreiðinum hjá Natolondunum, sum stand í grein fimm í Nato-sáttmálanum.

Tað hevur við sær, at eitt álop á eitt Nato-land er eitt álop á alla samgonguna.

Við øðrum orðum eru limalondini bundin til at verja hvørt annað móti álopum uttanífrá.

– Svøríki fær nú tav erju, sum er tryggjað í grein fimm, tann ultimativa trygdin fyri frælsi og trygd hjá Nato-sameindum.

– Við sær hevur Svøríki skikkaðar vápnaðar deildir og fyrstafloks verjuídnað.

– Svenska innlimanin ger Nato sterkari, Svøríki tryggari og alla samgongu meina trygga, sigur Jens Stoltenberg.

Innlimingartilgongdin hjá Svøríki hevur vart í næstan tvey ár. Landið søkti um limaskap í Nato eftir at Russland leyp á Ukraina í 2022.

Øll limalond í Nato skulu góðkenna nýggj limalond. Bæði Ungarn og Turkaland hava drálað við at góðatak svenska limaskapin.

Bæði londini hava tó síðan á nýggjárinum slakað, og Ungarn kundi týsdagin sum tað síðsta landið geva endaligu góðkenningina.

Eftir at svensku innlimingarskjølini vórðu undirskrivað av ungarska forsetanum, vórðu skjølini send til Washington D. C.

/ritzau/

 

Antony Blinken hevur í dag fingið innlimingarskjølini hjá Svøríki undir einum hátíðarhaldi í amerikanska samveldishøvuðsstaðnum, Washington D. C. Skjølini fekk hann frá svenska forsætismálaráðharranum,  Ulf Kristersson. - Foto: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix