Svøríki aftur rakt av spreingingum í nátt

Tvær spreingingar hava verið á Stokkhólm-leiðini í nátt, men fyribils er einki frætt um, at nakar hevur latið lív.

Stutt fyri klokkan 04 í nátt ringdu fleiri fólk til løgregluna í Svøríki og søgdu frá, at tey hoyrdu harðar smellir.

 

Í einum øki í Fullersta, sum liggur nærindis svenska høvuðsstaðnum Stokkhólmi, kundi løgreglan staðfesta, at úthurð, tak og vindeygu í einum raðhúsum høvdu fingið skaðar í spreingingni.

 

- Fleiri fólk vóru í húsunum, tá sprengingin fór fram. Men, fyribils upplýsingar siga, at eingin av teimum hevur fingið álvarsligar skaðar, sigur svensla løgreglan á sínum netsíðum í morgun. 

 

Nú verður kannað, um hendingin í nátt hevur samband við aðrar hendingar í Svøríki, sum tilsamans hava kostað fleiri fólkum lívið í september.

 

Svenska løgreglan hevur kannað fleiri akfør og persónar í morgun, men fyribils er eingin handtikin. Bumbuserfrøðingar skulu eisini á staðið í Fullersta, har spreingingin var.

 

Men, spreingin í raðhúsunum í Fullersta er ikki hin einasta, sum hevur verið á Stokkholm-leiðini í morgun. Klokkan 06.30 var aftur ein spreinging nærindis Stokkhólmi, hesaferð í Hässelby.

 

Sambært fleiri svenskum miðlum í morgun, eitt nú Aftonbladet, er stórur eldur á staðnum, har hin seinna spreingingin í morgun hevur verið. Sagt verður, at fólk nærindis eru flutt burtur úr økinum.

 

Aftonbladet hevur skift orð við fleiri vitnir í Hässelby um hesa seinnu spreingingina, og her verður sagt, at talan var um eina rættiliga harða spreinging. Fyribils er einki frætt um, at nakar hevur latið lív í Svøríki í nátt.