Ísvirkið í Sørvági letur uppaftur

Ísvirkið í Sørvági er undir umvæling og verður væntandi liðugt at taka í brúk um ein mánaða ella so

Fiskivinna

Sørvági:Um ein mánað ella so fer aftur at bera til hjá skipum og bátum at taka ís í Sørvági.
Gamla ísvirkið hevur ligið stilt í umleið hálvtannað ár, sigur Vinjard Joensen, sum nú er við at rigga ísvirkið til aftur, so ísur aftur fæst á havnarlagnum í Sørvági.
Vinjard Joensen, sum eigur landingarmiðstøðina í Sørvági, sigur, at tað er ov tupult at arbeiða, tá ein noyðist til Miðvágs eftir hvørjari ístirnu, sum brúkast skal á havnarlagnum í Sørvági.
Bæði útróðrarbátar og eisini størri skip landa til landingarmiðstøðina í Sørvági, og serliga stóru skipini skulu hava ís umborð aftur.
Higartil hevur verið neyðugt hjá teimum at farið til Miðvágs eftir ísi, men tað fer at broytast um ein mánaða ella so, tá ísvirkið aftur fer í gongd, sigur Vinjard Joensen.
Hann væntar, at ta man fara at kosta umleið eina millión at gera ísvirkið aftur í brúkiligan stand.
Vinjard Joensen sigur, at tað er nakað av útróðri í Sørvági, og at bátarnir hava hampiligan fiskiskap.