Dagurin hjá føroysku svimjarunum í svimjihøllini í Visby í Gotlandi endaði við tveimum bronsuheiðursmerkjum til stafettirnar.
Beinta Debes, Vár Ejdesgaard, Signhild Joensen og Sára Nysted vunnu bronsu í 4 x 50 metrar frí. Tíðin gjørdist 1:47.60.
Guernsey vann við tíðini 1:45.86. Isle of Man gjørdist nummar tvey við tíðini 1:46.39.
Alvi Hjelm, Óli Mortensen, Róland Toftum og Marius Ihlen Garðshorn vunnu bronsu í 4 x 50 metrar blandað. Tíðin gjørdist 1:44.97.
Guernsey vann við tíðini 1:42.87. Nummar tvey gjørdist oyggin Man við tíðini 1:42.90.