Donald Trum seinkaði US Open finaluna

At Donald Trump kom til US Open finaluna økti um trygdarkrøvini og seinkaði dystinum.

Donald Trump sæst her koma til finaluna í US Open. Nærveran hjá forsetanum økti um trygdarkrøvini og seinkaði endaspælinum í ár. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Byrjanin til US Open finaluna millum Jannik Sinner og Carlos Alcaraz varð seinkað meira enn 30 minuttir.

Seinkingin var orsakað av Donald Trump, forseta, sum var til staðar í áskoðarafjøldini undir finaluni. Hetta økti um trygdarkrøvini til dystin. Tað siga fyrireikararnir av grand slam kappingini.

Dysturin skuldi byrja klokkan 19 okkara tíð, men byrjaði í staðin við eini seinking uppá góð trý korter.

- Sum úrslit av trygdartiltøkum og fyri at geva áskoðarunum eyka tíð at koma á síni pláss, hava vit trýst byrjanartíðina av dystinum aftur, søgdu fyrireikararnir.

Í fyrstu atløgu varð seinkingin mett at vara ein hálvan tíma.

Men seinkingin dró enn longri, tí fleiri av teimum næstan 24.000 áskoðarunum vóru ikki komnir inn enn.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2015, at Trump er til staðar á Flushing Meadows í New York.

Tá kom Trump við konu síni, Melania, tá hann var forsetavalevni. Tað ferðina var buað eftir parinum.

Í kvøld fekk Trump eina blandaða móttøku. Forsetin varð bæði fagnaður og buaður av áskoðarunum, sum vóru til staðar.

At Trump var til staðar á US Open er seinasti liður í eini langari røð av ítróttartiltøkum, sum hann hevur verið við til, síðani hann varð valdur til amerikanskan forseta í november í fjør.

Fyrr í summar var Trump eisini við til FIFA Club World Cup, sum var í USA.

 

/Ritzau/

 

 

 

Donald Trump sæst her koma til finaluna í US Open. Nærveran hjá forsetanum økti um trygdarkrøvini og seinkaði endaspælinum í ár. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters