Svimjisambandið í øðini um Pál

Rok í Kazan: Føroyska svimjisambandið kann koma í trupulleikar eftir rokið í gjár

Føroyska ferðalagið, ið hevur verið í Kazan seinastu vikuna, er alt annað enn nøkt við handfaringina hjá altjóða svimjisambandinum, FINA, av tilburðinum, ið stakk seg upp í gjár, tá ið Pál Joensen ikki slapp at luttaka í finaluni í 1500 metra frísvimjing. Hetta hóast, at vælkendi kappingarneytin hjá Páli, Sun Yang, ikki luttók í finaluni sum ætlað. Tískil var ein geil tóm í samband við 1500 metra-finaluna, ið varð svomin í gjár.

 

Les meir: Pál snýttur av Sun Yang

 

Danska TV2 veit at siga, at tað kom ilt ímillum Sun Yang og venjara sín, tá ið kinesiski svimjarin heldur brádliga gav avboð til finaluna. Venjarin hjá Sun Yang tvíhelt, at dopingdømdi svimjarin skuldi luttaka í finaluni, hóast Sun Yang vísti á, at hann helt seg hava hjartatrupulleikar. Stríð teirra rakk hæddina, tá ið Sun Yang knústi fleiri umklæðingarskáp í einum sonnum illsinnisútbroti.

 

TV2 hevur eisini tosað við danska Søren Korbo, ið var dómari til finaluna í gjár. Hann greiðir soleiðis frá hendingini.

 

- Um 20-tíðina í gjár kom formaðurin í føroyska svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, við einum pappíri til mín, har orðið mótmæli var skrivað á. Eg mátti vísa mótmælinum burtur orsakað av reglugerðini hjá FINA, ið sigur, at eitt mótmæli skal gerast á ein ásettan hátt. Eisini krevur tað eitt gjald, um mótmælið skal blíva viðgjørt, sigur Søren Korbo við TV2.

 

- Hetta fekk formannin í føroyska svimjisambandinum at siga ,,nu bliver det grimt". Hetta var eg sjálvandi noyddur at skriva í einari rapport, sum verður latin FINA.

 

Óvist er, hvørjar avleiðingar mótmælishátturin kann fáa fyri føroyska svimjisambandið.

 

In.fo fylgir málinum víðari, tá ið meira verður at frætta.