Svimjingin eisini koronurakt

Havi júst nú frætt um koronasmittu nær eisini okkum í svimjingini, og velji tí at senda út hesi boð.

 

Í sambandi við svimjistevnuna í gjár og fyrradagin, var Suðuroyar Svimjifelag leygarkvøldið úti og át eitt stað har eisini ein róðrarmanning var, sum nú er staðfest at hava havt koronasmittu ímillum sín.

 

Soleiðis byrjar formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu, sítt skriv á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum.

 

Tey í Suðuroyar Svimjifelag hava tí fingið boð frá myndugleikunum um øll at lata seg testa, og kontakta nú tey sum tey hava verið nær at eisini.

 

Sum eg skilji tað, so er eingin smitta enn staðfest millum okkum í svimjingini – men ansið eftir um tit føla nakað, fylgi tilmælunum, og takið eina test um tit ivast, skrivar Rókur í Jákupsstovu á  heimasíðuni hjá Svimjisambandinum.