Seinastu fýra vikurnar hevur svimjihøllin í Klaksvík verið undir umvæling, men nú sleppa fólk aftur at njóta gott av svimjihøllini
- Tað verður ein broytt mynd, fólk fara at fáa av svimjihøllini, nú hon letur upp aftur. Nýggj høvuðsinngongd er gjørd við nýggjum taki, og eisini er ein glasveggur gjørdur inn til hyljarnar, skrivar www.klaksvik.fl
Torkil Mørkøre, leiðari í svimjihøllini sigur við heimasíðuna, at nakað av arbeiði enn er í høllini. Nýtt gólv skal leggjast á í inngondini. Hesaferð eru umvælingarnar serliga tengdar at el-nýtsluni. Nýggj ventilatiónsskipan er gjørd, og fer hon at minka munandi um el-nýtsluna.
Í sama viðfangi varð farið í holt við høvuðsumvælingina. Torkil Mørkøre sigur, at hølisviðurskiftini ikki hava lagt upp til tann stóra hugnan, men at hetta verður betur framyvir. Nú eru borð sett upp, har til ber at seta seg við einum koppi av kaffi, og eisini verður møguleiki af fáa sær okkurt til matna.
Framyvir er ætlanin at skipa fyri skeiðsvirksemi í svimjihøllini. Eitt rúm er gjørt, sum er vælegnað til fundir hjá fyritøkum o.ø. Torkil nevnir møguleikan fyri, at fyritøkur eitt nú kunnu hava fundir, og síðani verður farið at svimja aftaná ella í sauna ella heilsukliva.
Ætlanin er eisini, at bert sunnur kostur skal fáast til keyps í svimjihøllini.
Alt hetta verður ikki sett í verk beinavegin. Arbeiðið í høllini kemur at vara ein mánað afturat, sigur Torkil Mørkøre, og vónar hann, at fólk bera yvir við órógvinum av umvælingararbeiðinum.