Í 2019 var Rūta Meilutytė á venjingarlegu í Vági, har hon vandi í Páls Høll.
- Í 2013 vann hon gull, og nú 10 ár seinni er hon aftur gullvinnari og hevur sett heimsmet í 50 metra bringu við tíðini 29,16 sekund.
Tað vita tey í Vágs kommunu at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at tað var í gjár, at Rūta Meilutytė á svimjustevnuni World Aquatics Championships í Japan setti heimsmetið í bringu.
- Vit ynskja henni hjartaliga tillukku við gullmerkinum og heimsmetinum, siga tey í Vágs kommunu í dag.
Rūta Meilutytė er litaviskur svimjari, fødd í 1997.











