Svimja um Nólsoyarfjørð leygardagin

Aftur í ár verður – sum siður er – svomið um Nólsoyarfjør á ovastevnu.

 

Kappingin er bæði fyri motionistar, kappsvimjarar og fyri svimjiáhugað annars.

 

Hetta er seytjanda árið á rað, at skipað verður fyri stuðulssvimjing til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, og verður tað í ár kryddrað við, at svomnið verður tveir teinar. Vanliga teinin, har byrjað verður niðan fyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4.000 metrar til Nólsoyarbygd. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

 

– Fyri at fáa alt at ganga sum best og at tryggja, at trygdin er í lagi, møtast øll hjá radioamatørunum klokkan 8. har kunnað verður um tiltakið, og aðrar fráboðanir, ið skulu til,s iga fyrireikararnir.

 

Klokkan 9 leypa tey, ið svimja 4.000 metrar, á bláman yviri við Strond við Stóradam.

 

Tey, ið svimja 1000, fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1.000 metrar úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina umleið klokkan 10.

 

Málið hjá báðum bólkum er heiðursportrið á kaiini í Nolsoy. Um svimjari kemur á land aðrastaðni, er neyðugt at renna seinasta teinin. Samarittar eru við á ferðini um fjørðin at ansa eftir, og nólsoyingar taka ímóti og hjálpa svimjarunum, tá komið er upp á land, siga fyrireikararnir.

 

Neyðugt hjá svimjara er at fáa sær til vega:

 

Froskmanna- ella triatlonbúna:

Bát at fylgja sær. Seksmannfar ella størri og minst tvey vaksin við.

Báturin skal hava VHF

Hampuliga venjing, siga fyrireikararnir, sum kunnu hittast við telduposti VIÐ AT TRÝSTA HER

evaras@kallnet.fo