Havnar Svimjifelag skipar aftur í ár fyri kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku.
Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál væntandi um fimmtíðina.
Teinurin, ið svomin verður, er 420 metrar og tað er frá endanum á Molanum og inn í krókin við Havnarskrivstovuna, har málið verður.
Havnar Svimjifelag tók uppaftur hesa gomlu siðvenju fyri tveimum árum síðani. Fyrstu ferð kappsvimjing var á sjónum á Ólavsøku, var annars í 1912 og sostatt eru nú hundrað ár síðani fyrstu kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku.
Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á Ólavsøku.
Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl.
Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð var á Vestaru vág í 1954, men í 2010, var hesin gamli táttur uppafturtikin.
Hóast gamla heitið kappsvimjing á Ólavsøku framvegis verður brúkt, leggja fyrireikararnir dent á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja, um tað er fyri at kappast ella ikki.
- Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum, siga fyrireikararnir.
Myndin er frá ólavsøkusvimjingini í 2010